Mykinesmenn hava verið eftir grásúlu

Súlan hevur tað gott í Mykinesi og er í framgongd. Hóast nógv fórst av brimi í summar, fingu teir heilt hampiligt, tá teir vóru eftir grásúlu mikudagin´.

Mikudagin vóru mykinesmenn eftir grásúlu í Dranginum. Teir fingu 43 súlur, sigur Oskar Joensen í Mykinesi. Hetta heldur hann, eftir umstøðunum, vera í lagi, tí tað fór rættiliga nógv út av brimi annan hvítusunnudag.

Oskar Joensen sigur frá eldri mykinesfólki, at tey hava ongantíð upplivað slíkt brim um summarið, sum tað, ið var annan hvúsunnudag í ár. Fuglurin var lagstur, og nógv, bæði súla og rita, skolaði stutt og greitt burtur.

Oskar Joensen sigur, at ætlanin er at fara í bergið eftir grásúlu, fyrsta líkindi verða. Tað krevst kyrra, og streymurin skal helst ikki vera ov harður heldur, tí teir plaga at kasta á sjógv og so taka upp við báti.

Um súluna sigur Oskar Joensen annars, at vísindaligar kanningar vísa, at samlaði súlustovnurin í Norðuratlantshavi er í menning. Vøksturin er eitt til trý prosent árliga, siga kanningarnar. Og eisini í Mykinesi er framgongdin sjónlig, sigur Oskar Joensen.

Hann sigur, at í einum stað, har tað fyri umleið 40 árum síðan vóru tvey pør, telja teir í dag 50 pør. Og á Oyðirókini, teir kalla, er heilt fitt av ungsúlu komin at sita.

So hjá súluni sær bara væl út í Mykinesi, metir Oskar Joensen.