Alt klárt til flytingina

Mánadagin flytir Strandferðslan umsitingina suður á Tvøroyri. ? Alt er klárt til flytingina, sigur virkandi stjórin, Jákup Danielsen Leingi ætlaða og nógv umtalaða flytingin av umsitingini hjá Strandfaraskipum Landsins verður veruleiki mánadagin. Tá flytir Strandferðslan inn í leigað høli á Tvøroyri. Og alt er klárt til flytingina.

Alt er klárt. Tøknin er fingin at virka, so vit flyta mánadagin sum ætlað, sigur virkandi stjórin, Jákup Danielsen.

Sjálvur flytir hann suður við, eins og eisini onkur annað starvsfólk, sum hevur selt hús fyri at fara til Suðuroyar at arbeiða.

Ikki er greitt, nær nýggjur stjóri verður settur á Strandfaraskipum Landsins, men tað er kortini greitt, at hesin fer ikki at verða Jákup Danielsen. Han hevur nevniliga ikki søkt starvið.

Nei, tað segði eg beinanvegin, at eg ikki ætlaði. Og hóast fleiri áhitanir, havi eg valt at hildið fast við hesa avgerð. Eisini tí tað lógu aðrar ætlanir í kortunum, sigur Jákup Danielsen.

Hann er annars stak væl nøgdur við viðurskiftini, sum Strandferðslan nú flytir til.

Hølini eru framúr væl egnað, umstøðurnar eru fínar og bygningurin liggur væl fyri. Hetta fer vónandi at seta eitt sindur av lívi í suðuri á Tvøroyri, sigur virkandi stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Jákup Danielsen.