Al-Qaeda sendi bumbumenninar

Norðurafrikanska deildin av al-Qaeda hevur átikið sær ábyrgdina av bumbunum í Algier í gjár

-Vit eru sannførd um, at tað er GSPC, sum hevur ábyrgd­ina av hesum, segði alg­er­iski innanríkisráðharrin, Noureddine Yazid Zerhouni á einum tíðindafundi stutt eftir, at tvær bumbur vóru brostnar at kalla samstundis í høvuðsstaðnum Algier. Rætt hevði hann, tí seinni í gjár átók norðurafrikanska deildin av al-Qaeda sær ábyrgdina av atsóknunum.

Tað er framvegis ikki greitt, hvussu mong manna­lív bumburnar kravdu. Fyrst ljóðaði frá sjúkra­hús­unum í býnum, at minst 67 fólk høvdu latið lív, men algerisku myndugleikarnir søgdu seint í gjárkvøldið, at 26 fólk vóru deyð, og at 177 vórðu særd.

Ellivu av teimum, sum doyðu, arbeiddu á einari ST-skrivstovu í algeriska høvuðsstaðnum. Teirra mill­um teirra var ein 39 ára gamal dani. ST-hákomm­is­er­urin í flóttafólkamálum, Antonio Guterres, segði í gjárkvøldið, at atsóknin var eitt álop á ST. Luttakararnir á veðurlagsráðstevnuni á Bali hildu tøgn eina løtu í gjár fyri at minnast tey, sum doyðu í Algier, og ST-aðal­skrivarin, Ban Ki-moon, fordømdi atsókn­irnar.

Hvítu Húsini í Washing­ton kunngjørdu eitt sam­kenslufjarrit, og algerisku myndugleikarnir fingu til­svarandi fjarrit frá stjórn­unum í Fraklandi, Spania, Sýrialandi, Iralia, Marokko og frá ES.