Fast food til fastandi stevnugestir. Hetta tykist vera loysunarorðið hjá eigaranum á Kiosk Vár, Hans Peturi Ellingsgaard. Kioskin hjá Hans Peturi fer nevniliga at leggja dent á at selja flógvan mat meðan stevna er.
Umframt hampuliga stórt úrval av vanligum kioskvørum, hevur Kiosk Vár pitsa, franskan hotdog, snerkt breyð og stoktar pylsur.
Stevnugestir, sum verða nívdir at brásvongd, kunnu støkka inn á gólvið at metta seg í stundini, tí maturin verður hildin heitur alla tíðina.
Eini tíggju fólk fara at arbeiða í Kiosk Vár um Eystanstevnuna. Tá ið harðast leikar á, verða trý fólk til arbeiðis.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.
Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?
Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.
-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.