Klokkan 13:30 í dag visti tíðindatænastan hjá Starvsmannafelagnum at siga frá, at nú var semingsuppskot lagt fyri partarnar í trætuni á almenna arbeiðsmarknaðinum. Semingsmenninir hava sett sum krav, at partarnir skulu svara um teir hava góðtikið uppskotið innan klokkan 16 í dag. Hetta merkir, at trætan fær eina vend tá, um hon so verður til tað betra ella til tað verra.
Starvsmannafelagið hevur fund við álitsfólk síni í dag klokkan 14:30, har avgjørt verður, um uppskotið skal góðtakast ella ikki.