besta úrslitaliga avrikið í kappingini. Gotland vann 77-43 á Føroyum. Føroyaska liðið var enntá á odda aftaná fyrsta korterið í dystinum, tá støðan var 8-6 til Føroyar. Seinni í kvøld kemur samrøða út á [...] gjørt við Steen Róa Lorenzen, ein av leikarunum á føroyska liðnum – sum eisini er kendur sum sangari í rappbólkinum Swangah. Føroyar-Gotland 43-77
Nýggi langhylurin í Vági, ið hevur fingið navnið Páls Høll, fær sín elddóp í mars 2016. Svimjisambandið hevur nevniliga um vikuskiftið avgjørt, at FM á langgeil verður í Vági í døgunum 11. til 13. mars [...] fyrsta 50 metra hylin í Føroyum, so er hetta eisini fyrstu ferð, at kappast verður um FM í langgeil, ið annars er tann teinurin, ið vanliga verður kappast á, tá føroyskir svimjarar kappast í útlondum. Umframt
Tað gongur væl hjá P/F Føroya Møblasølu, sum er felagið aftan fyri Idé Møblar í Føroyum. Síðsta roknskaparár var avlopið hjá felagnum 3.183.000 krónur, sum er góða hálva millión meira enn árið fyri. B [...] krónur í lønum. Materiella støðisognin hjá felagnum, so sum grundøki, bygningar og rakstrargøgn, er góðar 50 milliónir krónur, og eginpeningur felagsins er slakar 76 milliónir krónur. Felagið rindaði í fjør [...] fjør 862.000 krónur í skatti. Stjóri í Føroya Møblasølu er Elsebeth Andreasen. Nevndarformaður er Birgir Andreasen. Nevndarlimir eru Beinta Andreasen og Joan Eiðisgarð.
máttu steðga við tunnilsmunnarnar í Leirvík og Gøtu tá okkurt áhugavert var í útvarpinum, tí signalið hvarv í tunlinum. Landsverk hevur nevniliga sett útgerð upp í tunlinum, ið ger at fólk nú hoyra allar [...] allar rásirnar tá koyrt verður í tunlinum. Landsverk upplýsir á teirra heimasíðu, at talan er um sama slag av sendiútgerð, ið varð sett upp í Kollfjarðartunlinum í 2012. Íløgan liggur um 400.000 krónur [...] krónur. Við Leivíkstunlinum hoyrast útvarpsrásirnar nú í sjey av ferðslutyngstu tunlunum í Føroyum. Hinir eru Vága- , Norðoya-, Hovs-, Norðskála-, Leyna- og Kollfjarðartunnilin.
súkklukapping í Føroyum, byrjar í dag. Súkklararnir skulu í dag súkkla eina rutu, ið er 124 kilometrar til longdar. Byrjað verður klokkan 15 við Wenzel í Havn og enda súkklararnir við Effostøðina í Glyvrum. [...] síðani til Rituvíkar, Æðuvíkar, Toftir og so aftur til Effostøðina í Glyvrum, har málið er. Unglingar og motionistar súkkla ein styttri tein. Í staðin fyri at súkkla til Selatraðar, venda tey við Skála. Tann
Aftur í ár skipar róðrarfelagið Neystið fyri regatta í Ishøj havn. Hetta verður komandi leygardag, tann 13. juni. Stevnan verður sett klokkan 14.00 og síðani verður kappróður á skránni. Hetta er 28. ferð [...] regatta í Ishøj. Fyriskipararnir siga, at sum nakað nýtt fara teir at royna at stroyma kappróðurin av Sundalagsstevnuni, sum eisini er hendan dagin, soleiðis at ein kann fylgja við kappróðrinum bæði í Ishøj [...] Ishøj og heima í Føroyum. Eins og undanfarin ár, endan regattain við eini veitslu, har heiðursmerki verða handaði. At enda fara føroysku Voices of Rock eisini at syngja.
ensk sálmaløg. Verk og løg verða ein góður blandingur frá Italia, Svøríki, Írlandi og ikki minst úr Føroyum. Ein part av løgunum hava Evert Taube, Nino Rota, Knút Olsen og Thomas Doss gjørt. Síðstnevndi hevur [...] ljómfelag St. Flordian, sum er til minnis um Anton Bruckner. – Tey sum kenna Eiðis kirkju vita, at ljóðið í kirkjuni er framúr gott og sermerkt á tann hátt, at listarliga verður dygdin enn betur, siga fyrireikararnir
Um vikuskiftið var FM í styrkilyfting í Yndi Fitness í Havn. Níggju mans vóru við í kappingini. Endin gjørdist, at fyrrverandi sterkasti maður í Føroyum, Bogi Hammer, vann kappingina. Bogi Hammer vann [...] Holgarson bleiv nummar tvey. Rói setti føroyskt met í bonk press, tá hann lyfti 172,5 kilo. Tað er nýtt met í 90 kilo klassanum. Kappingin er skifta í trimum greinum, squat, bonk press og deadlift. Luttakarnir [...] Luttakarnir fáa stig eftir hvussu nógv teir lyfta og hvørjum vekt klassa teir eru í.
kvøldið. Fred. Olsen Cruise Lines eigur og rekur øll trý skipini, og Tor-Shipping í Tórshavn er umboð teirra í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu [...] Í samband við nógv umrøddu sólarmyrkingina hin 20. mars vitja trý ferðamannaskip á Runavík. Ætlanin er, at ferðafólkini skulu uppliva sólarmyrkingina, meðan skipini liggja frá landi við oyggjarnar. Skipini [...] Skipini hava kortini valt at leggja til bryggju í Runavík fyri og eftir hesa sjaldsomu hending. Hósdagin 19. mars kemur "Black Watch” til bryggju, og hesin fer útaftur sama kvøldið. Leygardagin hin 21. mars
1. mars - í dag - verða gomlu avlamiskortini, sum m.a. loyva fólki at seta bilin frá sær á avlamisbásum, ógildað. Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum - MBF - hevur fingið í lag eina avtalu um nýggj avlamiskort