Árliga súkklukappingin Volvo Kring Føroyar, ið helst er harðasta og størsta súkklukapping í Føroyum, byrjar í dag.
Súkklararnir skulu í dag súkkla eina rutu, ið er 124 kilometrar til longdar. Byrjað verður klokkan 15 við Wenzel í Havn og enda súkklararnir við Effostøðina í Glyvrum.
Úr Havnini verður súkkla til Selatraðar, haðani til Runavíkar, síðani til Rituvíkar, Æðuvíkar, Toftir og so aftur til Effostøðina í Glyvrum, har málið er.
Unglingar og motionistar súkkla ein styttri tein. Í staðin fyri at súkkla til Selatraðar, venda tey við Skála. Tann teinurin er 89 kilometrar til longdar.
Hetta er fyrsti dagur út av fimm.











