Hoyra nú útvarp í Leirvíkstunlinum

Útgerð er sett upp, ið ger at nú ber til at hoyra útvarpsrásirnar tá koyrt verður gjøgnum tunnilin.

Tað er nú ein farin tíð, at bilførarar máttu steðga við tunnilsmunnarnar í Leirvík og Gøtu tá okkurt áhugavert var í útvarpinum, tí signalið hvarv í tunlinum. Landsverk hevur nevniliga sett útgerð upp í tunlinum, ið ger at fólk nú hoyra allar rásirnar tá koyrt verður í tunlinum.


Landsverk upplýsir á teirra heimasíðu, at talan er um sama slag av sendiútgerð, ið varð sett upp í Kollfjarðartunlinum í 2012. Íløgan liggur um 400.000 krónur.


Við Leivíkstunlinum hoyrast útvarpsrásirnar nú í sjey av ferðslutyngstu tunlunum í Føroyum. Hinir eru Vága- , Norðoya-, Hovs-, Norðskála-, Leyna- og Kollfjarðartunnilin.