1. mars - í dag - verða gomlu avlamiskortini, sum m.a. loyva fólki at seta bilin frá sær á avlamisbásum, ógildað.
Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum - MBF - hevur fingið í lag eina avtalu um nýggj avlamiskort, sum eisini kunnu nýtast uttanlands, og tískil verða gomlu kortini ógildað.
MBF heitir á fólk við gomlum avlamiskortum um at skifta hesi út sum skjótast, tí verða gomlu kortini nýtt eftir 1. mars, er nevniliga vandi fyri, at tey fáa ein bót afturfyri.
Nýggju parkeringskortini fáast við at venda sær til MBF umvegis telefon, bræv ella teldupost.