Idé Møblar góðar tríggjar milliónir í avlopi

Tað gongur væl hjá P/F Føroya Møblasølu, sum er felagið aftan fyri Idé Møblar í Føroyum.

Tað gongur væl hjá P/F Føroya Møblasølu, sum er felagið aftan fyri Idé Møblar í Føroyum.

 

Síðsta roknskaparár var avlopið hjá felagnum 3.183.000 krónur, sum er góða hálva millión meira enn árið fyri. Bruttovinningurin var 10,7 milliónur krónur,  og felagið rindaði 5,4 milliónir krónur í lønum.

 

Materiella støðisognin hjá felagnum, so sum grundøki, bygningar og rakstrargøgn, er góðar 50 milliónir krónur, og eginpeningur felagsins er slakar 76 milliónir krónur.

 

Felagið rindaði í fjør 862.000 krónur í skatti.

 

Stjóri í Føroya Møblasølu er Elsebeth Andreasen. Nevndarformaður er Birgir Andreasen. Nevndarlimir eru Beinta Andreasen og Joan Eiðisgarð.