Trý skip at kaj í Runavík

Braemar, Boudicca og Black Watch leggja øll at kaj í Runavík, tá sólarmyrkingin verður

Í samband við nógv umrøddu sólarmyrkingina hin 20. mars vitja trý ferðamannaskip á Runavík. Ætlanin er, at ferðafólkini skulu uppliva sólarmyrkingina, meðan skipini liggja frá landi við oyggjarnar. 


Skipini hava kortini valt at leggja til bryggju í Runavík fyri og eftir hesa sjaldsomu hending. Hósdagin 19. mars kemur "Black Watch” til bryggju, og hesin fer útaftur sama kvøldið. Leygardagin hin 21. mars koma"Braemar” og "Boudicca” á Runavík, og leggja til havs aftur sama kvøldið.
Fred. Olsen Cruise Lines eigur og rekur øll trý skipini, og Tor-Shipping í Tórshavn er umboð teirra í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu