Hetta er ikki beinleiðis jólakonsert, men kortini spælir orkestrið nøkur jólaløg úr “Reyðu bók”, sum eru ensk sálmaløg. Verk og løg verða ein góður blandingur frá Italia, Svøríki, Írlandi og ikki minst úr Føroyum.
Ein part av løgunum hava Evert Taube, Nino Rota, Knút Olsen og Thomas Doss gjørt. Síðstnevndi hevur gjørt nógv verk fyri blásturtónleik, og á konsertini spælir Eiðis ljómfelag St. Flordian, sum er til minnis um Anton Bruckner.
– Tey sum kenna Eiðis kirkju vita, at ljóðið í kirkjuni er framúr gott og sermerkt á tann hátt, at listarliga verður dygdin enn betur, siga fyrireikararnir.