merkiliga ríkt og, í orðsins góðu merking, rótfrekt. Útisetamentanin var í seksti- og sjeytiárunum í nú farnu øld m.a. eyðkend av tí týdningi, sum Neystið hevði, hetta húsið, sum stóð langt frá alfaravegi [...] har fáar og smáar ábendingar pirka undir lesarans forvitni og byrjandi ivakenslu. Tveir tættir fáa nú ferð á søgunnar gonguverk, øðrumegin trýstið frá einseminum í eini lutvís fremmandari mentan, hinumegin [...] viðgerðin av tí seinna, gevur eftir mínum tykki verkinum ein fastleika og eina heildarkenslu, sum eru til staðar frá fyrstu til seinastu síðu. Er munur á mentanum og tjóðum? Sjálvandi er tað tað, men kanska
hóast tað lá sera væl fyri hjá Johan at skriva til bløð. Hann byrjaði í ÚF í 1984. Tað fyrsta nógva vit komu at hoyra til henda tá unga journalistin var, tá hann saman við Sigmundi Poulsen, ið eisini var [...] Jóhann fyri politikki og samfelagsviðurskiftum sum heild mundi eisini vera ein orsøkin til, at hann er komin víða um í trúgvu tænastu síni í ÚF. Tá hann hevði fingið sær royndir í bygda- og fiskivinnusendingum [...] Eisini blivu tað til sendingar um føroyska fiskiskapin í Eystursjónum. Ráðini hjá føroyskum miðlum eru avmarkað, og tí hevur tað sjálvsagt nógv at siga, hvussu leiðslurnar raðfesta. Men gott er við leiðslum
andaðist mikudagin eftir stutta sjúkralegu, bert 32 ára gomul. At Inga nú skuldi geva upp ondina, kom at kalla sum eitt sjokk. Eisini hóast vit vistu, hvussu heilsustøða hennara var vorðin. Inga var altíð ein [...] fær eingin givið tykkum aftur. Ein hjálp kann tað tó vera, at mamma og kona tykkara nú hevur fingið frið. Hon er komin til eitt fjálgari stað. Og tá tit ein sælan dag eisini skulu av foldum, fer hon at [...] tí finst ein slíkur, so er tað har, at Inga nú er farin. »Hini kæru har uppi, sum tey veittra móti mær ? á, so tung, so tung var skilnaðarstundin her! Nú tey syngja og biðja meg vælkomnan uppi har, har
oyggjar og bygdir. Tað bar eisini eina rúgvu av menniskjaligum sambondum við sær. Nú rokna vit við, at alt er í lagi. Tað gera vit, tí royndirnar vísa, at serfrøðin syrgir fyri okkum. Tá so streymurin er burtur [...] ella í Kleivini. Náttúruviðurskiftini gjørdu og gera, at fugloyingar vóru og eru meiri avskornir, enn svínoyingar vóru og eru. Góða sambandið Tá Hans Mikael Jacobsen upp undir jól fyri 55 árum síðani setti [...] kennist serliga meint, tá kunningin kiksar til teirra, sum eru á ferð og rokna við, at alt er, sum tað eigur at vera. Tíverri kemur tað fyri, at hesi eru tey seinastu at verða kunnað um kiksararnar. Veruleikin
eg klári at keypa inn. Tað er ikki óvanligt, men tey eru fitt. Tað plagar at ganga, smílist hon. Nesquick í Berjabrekku Í Berjabrekku nummar 171 eru tey nýliga á fótum. Klokkan er farin av hálvgunn átta [...] hárið á 12 ára gomlu Teresu, sum er tung um morgunin. – Et nú Brian góði, lokkar mamman, sum hevur koyrt Nesquick og mjólk í tallerkarnar. Tað eru bert tveir mánaðir síðani at tey fluttu í hesa íbúðina, [...] og peikar á stovuvindeyguni. Tey fingust ikki upp, tá tey fluttu inn. Nú fáa tey so opna annað. – Tað er tað góða, tí so brenna vit minni, leggur hon afturat. Á stovuvegginum hanga familjumyndir. Av familjuni
leggja mál fram. Tað er gleðiligt, at hugburðurin millum flokkarnar síðan er broyttur so nógv, at vit nú hava fingið Marknaðarføringslóg og Brúkaraumboðsmann. Næsta stigið er at fáa lógina um Brúkarakærunevnd [...] komandi tingsetu. Brúkaraumboðsmaðurin viðger ikki brúkarakærur Onkur heldur, at tá vit hava ein Brúkaraumboðsmann, hava vit ikki brúk fyri Brúkarakærunevnd. Men so er ikki. Hesi hava hvør sína uppgávu. B [...] . Við Brúkaraumboðsmanni, Brúkarakærunevnd og eini felags skrivstovu við fakligum førleika, høvdu vit havt ein sterkan Brúkarastovn í Føroyum, sum eisini kundi átikið sær sakliga brúkaraupplýsing – sum
inntil vit endaliga komu fram til tey, sum vóru komin ímóti okkum. Tey hugdu at okkum, og vit hugdu at teimum. Øll og serliga børnini vóru jú eitt sindur broytt hetta heila ella hálva árið, vit ikki høvdu [...] í Lamba og Haldu (f. Hammer) av Hamri á Toftum. Tey búðu í Runavík. Børnini hjá Jákupi og Annelenu eru: 1. Zacharias Zachariassen, føddur 1935 2. Hermundur Zachariassen, føddur 1937 3. Marni Zachariassen [...] føddar 1942 6. Flóvin Tyril (f. Zachariassen), føddur 1943 7. Jan Tausen Zachariassen, føddur 1952 Øll eru deyv uttan Zacharias og Flóvin, um búgva í Norðragøtu. Hermundur býr á Argjum. Hini systkini búgva
fótin út og steðga bóltinum og síðani ruddað burtur. Fýra minuttir eru lagdir afturat. 88. minutti: Danir tykjast nøgdir við sigurin nú og leggja lítið fyri í álopsstøðum. Teir lata eisini føroyska liðið [...] Danir hava bóltin og føroyingar renna aftan á. Donsku spælararnir eru sera tryggir á bóltinum og flyta hann væl millum sín. Teir eru eisini raskir at skifta millum ymisk støð at leypa á, so at føroyska [...] nakrar millimetrar ov høgt, sæð við føroyskum eygum. Tað eru enn danir, sum stýra dystargongdini og koma til flestu málmøguleikarnar. Teir eru tó ikki líka naskir, sum fyrstu 20 minuttirnar, men onkuntíð
veikleikarnar. Og skipanin er rotin. Alt ov nógvar politiskar gølur eru: Helmuth Kohl, Helmuth Schmidt og Mitterand eru millum teirra, vit kenna ella hava illgruna til. Reinførir politikarar skylda vinnulívinum [...] og avleiðingarnar av henni. Støðan er hættislig í dag. Gera vit einki, bjóða vit ikki Teirri Tigandi Kollveltingini av, so er alt mist. Vit fara at síggja, at inntøkumunurin er ikki bara ringur fyri tey [...] James Callaghan: ?Vit hildu, at vit kundu koma burtur úr lágkonjunkturi og skapa arbeiðspláss við at? økja almennu útreiðslurnar. Eg sigi tykkum øllum erliga, at henda møguleikan hava vit ikki longur.? Í
lagnu tað fær, tað vita vit ikki. Ein onnur standmynd er formað sum ein sirkul. Vit síggja eitt nýtt barn koma til verðina. Barnið er hvítt, barnið er reint og óskyldugt. At vit øll eru fødd sum syndarar sum [...] sólin, mánin, jørðin og allar planeturnar eru rundar, høvdið er runt, reyvin og boppurnar á kvinnuni eru rund og høvdið á murtinum er runt, pupillurnar á eygunum eru rundar. Heilin er eisini rundur. Hetta [...] listafólkini, skaldini, tónleikararnir og sjónleikararnir eru blóðfátøk og tað líkist svartasta ongum. Listin, skaldskapurin, tónleikurin, sjónleikurin eru hjartað, sálin og heilin í samfelagnum. Tað er tað einasta