Jóhann fekk longu áhuga fyri at skriva á ungum árum og eisini at taka myndir. Stóri áhugin og forvitnið fyri øllum, sum hendi rundan um hann, her bæði í samfelagnum, úti í náttúruni og ikki minst í mentanarlívinum, gjørdi tað náttúrligt fyri Jóhann at velja sær journalistikkin sum lívsleið.
Herfyri var áhugaverd grein í ólavsøkusosialinum um tríggjar floksvinir í studentaskúlanum í Hoydølum, sum allir valdu journalistikkin sum lívsstarv. Jóhann var ein av teimum, og skoðsmálini hinir báðir núverandi starvsfelagarnir góvu Jóhann vóru nettupp hesi, at Jóhann hevði ein serstakan persónligan og náttúrligan áhuga fyri tí, sum fór fram rundan um hann. Við serliga áhuganum fyri fotolistini varð eisini ruddað slóð fyri journalistikkinum, tvær greinar, sum í mongum líkjast og fylgjast at.
Eftir lokna journalistútbúgving í Århuus vendi Jóhann sum so mangir aðrir í fakinum heimaftur á klettarnar. Í praktikktíðini hevði hann arbeitt bæði á Sosialinum og á Dimmu. Og eftir lokna útbúgving gekk leiðin aftur á Sosialin, men tað skuldi vísa seg, at loftmiðilin gjørdist framtíðar lívsstarvið, hóast tað lá sera væl fyri hjá Johan at skriva til bløð. Hann byrjaði í ÚF í 1984.
Tað fyrsta nógva vit komu at hoyra til henda tá unga journalistin var, tá hann saman við Sigmundi Poulsen, ið eisini var ein av lovandi journalistunum í útvarpinum, gjørdi eina sendirøð um granna okkara Hetland. Teir gjørdu ikki færri enn 10 sendingar um samfelagið, mentanina, vinnuna, oljuna oa.har. Longu tá varð bitið merki í, at hesin nýggi journalisturin hevði serstakar gávur at viðgera samfelagslig viðurskifti og fara í dýpdina. Tú fekst ikki bara eina yvirfladiska sending men harafturímóti livandi sendingar, sum góvu lurtaranum innlit og nógv at hugsa um.
Jóhann arbeiddi mest við sokallaðum programsendingum fyrstu árini í Sortudýki. Eftir boðum og góðum ráðum frá Niel Juul og Jógvani leitaði Jóhann við mikrofonini út um Havnina at finna spennandi fólksligt tilfar. Og hetta gav eisini úrslit, heilar tvær vetrarhálvur virkaði hann sum útvarpsmaður úti á bygd, eitt arbeiði, sum útvarpið tíverri í stóran mun hevur slept síðani. Og at valið fall á júst Jóhann til hesa uppgávuna var neyvan av tilvild. Tí hann hevði her eina barlast sum fáur. Hansara stóri áhugi fyri fólki og teirra mentan og fyri náttúruni úti um landið gjørdi tað lætt hjá feðgunum í útvarpsleiðsluni at velja Jóhann til hesa uppgávuna.
Jóhann hevur altíð havt stóran áhuga fyri føroyska vinnulívinum, og fiskivinnutátturin gjørdist tí eisini eitt skifti partur av hansara arbeiðsdegi. Hetta var ein sending, sum hevði nógvar lurtarar.
Breiði sjónarringurin og stóri áhugin hjá Jóhann fyri politikki og samfelagsviðurskiftum sum heild mundi eisini vera ein orsøkin til, at hann er komin víða um í trúgvu tænastu síni í ÚF. Tá hann hevði fingið sær royndir í bygda- og fiskivinnusendingum fór hann við jøvnum millumbili út um landoddarnar at gera sendingar. Umframt Hetland so gekk leiðin eisini til Grønlands, Norðurnoreg, Hirtshals, har nógvir føroyingar búðu, Guernsey, Jersey og ikki minst Estland, har ein heil sendirøð varð gjørd í sambandi við, at landið skuldi loysa frá Sovjet, og har hann hitti nógv av teimum fremstu innan politikk, vinnu, mentan, kirkju, andstøðu osfr., meðan hermenn framvegis gingu við maskinpistólum og ansaðu eftir fólki. Eisini blivu tað til sendingar um føroyska fiskiskapin í Eystursjónum.
Ráðini hjá føroyskum miðlum eru avmarkað, og tí hevur tað sjálvsagt nógv at siga, hvussu leiðslurnar raðfesta. Men gott er við leiðslum, sum ikki bara raðfesta tíðindini hægst men sum síggja journalistisk virði í at dekka føroyska samfelagið í øllum sínum mongu lutum og geva journalistum, sum eiga íbornar gávur at dekka ávís evni og øki, henda møguleika, ja troyta teirra evni, har hesi eisini kunnu koma øðrum og tí føroyska samfelagnum til góða. Tað gjørdi leiðslan í ÚF, og gott í hana, tá hon ístaðin fyri at seta Jóhann í tíðindastólin frá snimma á morgni til út á kvøldi, gav honum frítt flog at fara út í føroysku náttúruna at endurgeva fyri okkum lurtarum tað hann, sum góður og kompetentur eygleiðari sá og hoyrdi. Í heili 14 summur, haldi eg tað var, gjørdi Jóhann ta sera vældámdu og nógv lurtaðu náttúrusendingina ”Frítíð og Náttúra”, sum mong enn sakna og fregnast efir. Áhugin fyri náttúru og umhvørvi kom til sín rætt. Sendingar um fugl, gróðurseting, túrar til vøkur og forkunnug pláss, einar 30-40 tilsamans, um náttúruvernd, seyð, ræning, fleyg, tjalding, umhvørvi o.s.fr. Alt hetta er bara nakað av tí nógva, sum Jóhann Mortensen hevur megnað at borðreitt við fyri lurtarunum hjá Útvarpinum. Her mugu vit heldur ikki gloyma tann almenna týdning, sum sendingar um orku og alternativa orku hava havt. Og her eisini útbyggingarnar hjá SEV.
Tað var ikki fyrr enn fyrst í 90-unum, tá stórar avbjóðingar vóru í vanliga tíðindajournalistikkinum, at Jóhann varð settur at arbeiða við tíðindum. Hetta var ein spennandi tíð men eisini sera strævin, tí búskaparkreppan við øllum sínum mongu vinklum kravdi sín mann og meira enn tað. Tá vóru Helgi Jacobsen og Jóhann Mortensen á tíðindadekkinum og gjørdu sína skyldu, syrgdu fyri, at lurtararnir frá morgni til kvøld kundu fylgja við í kreppuni. Her fór tíðindajournalistikkurin eitt stig longri og var entá frammanfyri útviklingin annars.
Jóhann hevur altíð verið sera bevístur um tað hann fór í gongd við, og eftir nøkur spennandi og strævin ár á tíðindadeildini tók hann í 1995 við sum tíðindaleiðari og hevði ábyrgdina av tíðindapartinum til í fjør, tá hann eftir egnum ynski fór frá, tí hann hevði hug aftur at gera sendingar. Í hesum tiðarskeiði royndi hann at byggja upp eina góða tíðindadeild, og tað eydnaðist at fáa nógvar av fremstu journalistunum at manna deildina. Hetta eru eisini týðandi eginleikar hjá einum leiðara, tí tú ger einki uttan dugnalig starvsfólk. Tá tíðindadeildin var í hæddini mundi hon helst vera tann fremsta redaksjónin, sum hevur verið her á landi - við Dagmar, Óluvu, Karolinu, Solby, Dia, Dánjali, Helga, Jón Briani, Elini, Sigmari, Gunnari, Høgna og Inga. Møguliga er onkur gloymdur. Hesi fólkini gjørdu so eisini aktualitetssendingar, eitt nú 5-aran, Føroyar í dag o.a. Tíðindaflutningurin mentist nógv hesa tíðina.
Fyrstu árini varð høvuðsdenturin lagdur á politikk, pengar og tosk. Síðani broyttist hetta til eisini í størri mun at fevna um bleytu virðini, sosial-, heilsu-, skúla- og mentamál, har kvinnurnar gingu undan. Ein kann altíð spyrja, um raðfestingarnar bara hava verið rættar, um ikki ÚF í størri mun eisini átti at gravað djúpri í týðandi samfelagsmálum. Men við avmarkaðum ressursum mást tú gera eitt val, og tað er ikki altíð lætt vita øll, sum arbeiða í miðlabransjuni, og ein týðandi fortreyt er eisini at hava góð og vælútbúgvin fólk.
Jóhann Mortensen eigur at gleðast um hesi 25 árini í útvarpinum eins og vit onnur eiga at gleðast. Eitt dømi um ein nærlagdan og seriøsan føroyskan journalist, sum við innliti og áhuga fyri øllum tí, ið fer fram rundan um okkum, hevur ríkað føroyska fjølmiðlaheimin og samfelagið.
Hvussu - vónandi mongu árini aftrat innan hetta yrkið - fara at laga seg hjá Jóhann veit neyvan nakar. Vit kunnu bara vóna, at hann kanska fer aftur til tað, sum hann var so serliga góður til: at geva okkum sendingar um okkara náttúru og umhvørvi og alt tað livandi, sum her finst. At lata eygu og oyru okkara upp fyri okkara egna samleika. Tað vit eiga og skulu verja og hjúkla um. Nettupp í tíðum við álvarsligum ávaringum móti dálking av náttúruni er brúk fyri journalistum, sum ikki bara hava innlit í hesi viðurskifti men sum eisini hava ein inniligan tokka til evnið – sum í síni frítíð hava sameint seg við føroysku náttúruna og djóralívið.
Við jøvnum millumbili verður tosað um føroyskan journalistskúla. Hann er harðliga tiltrongdur, og ein av uppløgdu undirvísarunum á einum vónandi komandi skúla vildi verið Jóhann, sum við sínum mongu royndum hevði verið góður fyri komandi ættarlið av journalistum: at givið teimum gott í beinið, at fingið teir at fáa eygu og oyru upp fyri øllum tí vakra, sum finst á hesum oyggjum og ikki minst: at fingið teir at síggja tað týdningarmikla í at varðveita eitt reint og vakurt umhvørvi. So Jóhann, tín tíð sum aktivur og gevandi journalistur eigur ikki at vera av enn á sinni. Og meðan bíðað verður eftir skúlanum skuldi tú kanska farið í gongd við at skriva onkra biografi, nakað, sum títt nærlagni og innlit vildi verið ein borgan fyri.
Fari saman við mongum øðrum av tínum starvsfeløgum í journalistyrkinum at ynskja tær tillukku við starvsdegnum. Vónandi fær tú og tey, ið standa tær nær, mong mong góð ár aftrat.
Jan