Tryggur sigur til Danmark

Føroyar - Danmark liðugt: 0-3

 

Liðugt: Danmark vunnu 3-0 á Tórsvølli. Ein fult uppiborin sigur til danska liðið sum var betri á snøgt sagt øllum økjum.

 

Danir løgdu seg á odda 1-0 eftir 13 minuttir, tá Rasmus Nissen finnur Marcus Ingvartsen við einum innleggi úr høgru. 

 

Í 59. minutti skorar Rasmus Nissen til 2-0 eftir hornaspark, sum danir vinna eftir at Jóannes Bjartalíð missir bóltin í egnum brotsteigi.

 

Í 66. minutti er Rasmus Nissen aftur upp á spæl, tá hann við einum innleggi leggur bóltin fyri føturnar á Mathiasi Jensen, sum skorar til 3-0.

 

90. minutti: Elias Rasmussen bjargar á strikuni. Ein danskur áleypari stendur brádliga óvardur inni í føroyska fimm-metrinum. Eitt innlegg kemur úr høgru frá Rasmusi Nissen, enn einaferð. Danski maðurin við fremru stong rakar ikki bóltin, men snýtir Elias Rasmussen, sum tveitir seg niður. Tá bólturin so kemur til næsta danska mannin, sum fær sett innaru síðu á bóltin, fær Elias Rasmussen akkurát strekt fótin út og steðga bóltinum og síðani ruddað burtur. 

 

Fýra minuttir eru lagdir afturat.

 

88. minutti: Danir tykjast nøgdir við sigurin nú og leggja lítið fyri í álopsstøðum. Teir lata eisini føroyska liðið hava bóltin meiri, men føroysku leikararnir megna ikki at gera sær dælt av hesum. Orkan letur til at renna undan hjá leikarum á báðum liðum.

 

82. minutti: Danir gera triðju útskiftingina. Asger Sørensen kemur inn og Joachim Andersen fer út. Føroyingar skifta eisini út. Út fer Teit Jacobsen og inn kemur Petur Knudsen. Bjarni Petersen er eisini komin inn fyri Benjamin Heinesen.

 

78. minutti: Besti málmøguleikin hjá Føroyum higartil. Ein langur bóltur verður sendur frá føroysku verjuni fram til Jákup Thomsen. Hann fær tikið bóltin niður, men ikki tíð at skjóta sjálvur. Hann leggur í staðin bóltin til Meinhard Olsen, sum verður taklaður í somu løtu, sum hann skjýtur. Bólturin fer út til horna til Føroyar.

 

Hornasparkið verður lagt væl inn fyri, tætt móti danska málinum, men høgu donsku verjuleikararnir fáa skallað bóltin burtur.

 

76. minutti: Danir skifta aftur út. Marcus Ingvartson hevur spælt nokk í dag, heldur venjarin. Inn kemur Jannik Pohl.

 

71. minutti: Danir hava bóltin í málinum, men linjuverjin veittrar við flagginum. Tað er enn einaferð eitt innlegg úr høgru frá Rasmus Nissen, sum verður sent inn fyri til júst innskiftia Jacob Bruun Larsen. Dómarin metir tó, at hann var rangstaddur, tá avleveringin kom. Tað hevði annars verið vorðið sum byrjan hjá unga dananum, sum spælir sín fyrsta landsdyst.

 

69. minutti: Danmark skiftir eisini út nú. Út fer Robert Skov og inn kemur Jacob Bruun Larsen.

 

Almenna áskoðaratalið á Tórsvølli í dag er 868 fólk.

 

66. minutti: So var aftur mál. Bólturin verður spældur inn um tað føroysku verjuna. Har stendur Rasmus Nissen, sum fær lagt bóltin inn fyri málið, har Mathias Jensen kemur rennandi og sparkar bóltin í mál.

 

Eli Hentze ger sína fyrstu útskifting. Jóannes Bjartalíð má takka fyri seg og inn fyri hann kemur Meinhard Olsen.

 

59. minutti: So var 2-0 til Danmark. Eftir horna úr høgru setir høgi Rasmus Nissen høvdið á bóltin, sum fer í einum boga upp um Elias Rasmussen og í málið. Danir vinna hornasparkið eftir at Jóannes Bjartalíð missir bóltin í egnum brotsteigi. Jákup Andreasen bjargar tó skommini hjá liðfelaganum, tá hann fær taklað bóltin út til horna. Tíverri skora danir so kortini.

 

55. minutti: Allir 11 føroysku leikararnir eru afturi á egnari hálvu ein stóran part av leiktíðini. Fyribils sær tað tó út til at órógva danska liðið, sum hevur ringt við at bróta ígjøgnum nakrastaðni. Tað merkir so hinvegin aftur, at tá Føroyar so fáa bóltin er sera langt fram til danska málið.

 

49. minutti: Dysturin her á Tórsvølli er bríkslaður í gongd aftur. Fyrsta løtan hevur verið sum fyrri hálvleikur. Danir hava bóltin og føroyingar renna aftan á. Donsku spælararnir eru sera tryggir á bóltinum og flyta hann væl millum sín. Teir eru eisini raskir at skifta millum ymisk støð at leypa á, so at føroyska verjan alla tíðina má vera vakin.

 

44. minutti: Robert Skov sendir bóltin langt upp um við einum beinleiðis frísparki úr góðari støðu, eini 20 metrar úr málinum. 

 

Tað gongur enn striltið hjá føroyska liðnum at fáa nakað samanspæl. Tað eru ikki nógvar avleveringar, áðrenn teir missa bóltin. Hetta ger eisini, at teir tekniskt sterkaru spælararnir hjá Føroyum ikki hava megnað at sett dám á dystin í nakran serligan mun.

 

40. minutti: Marcus Ingvartsen sendi við høvdinum bóltin á tvørtræið og út. Innleggið so ikki so vandamikið út, tá tað kom, men Marcus Ingvartsen kom rennandi við fullari ferð móti bóltinum og rakti hann sera væl. Tíbetur nakrar millimetrar ov høgt, sæð við føroyskum eygum.

 

Tað eru enn danir, sum stýra dystargongdini og koma til flestu málmøguleikarnar. Teir eru tó ikki líka naskir, sum fyrstu 20 minuttirnar, men onkuntíð er um reppið, sum við stútaranum hjá Marcusi Ingvartsen.

 

Hetta er annars fyrsti dysturin hjá hesum danska liðnum, fyrstu ferð, teir spæla saman, og til tíðir merkist, at samanspælið er ikki so gott, sum teir sjálvir skuldu ynskt.

 

29. minutti: Føroyska liðið hevur júst havt tvey hornaspørk á rað, sum bæði elvdu til vandamiklar støður. Fyrra var um reppið at tað endaði í málinum, tá Betuel Hansen skjeyt, men málmaðurin fekk hondina á bóltin og skumpað hann upp um. Jóannes Bjartalíð tók so hornasparkið úr føroysku høgru síðu, men tá fekk Daniel Iversen í danska málinum boksað bóltin út frá.

 

Jóannes Bjartalíð sendi júst nú eitt vandamikið fríspark inn í danska brotsteigin, men donsku verjuleikararnir vóru hægst og fingið stúta bóltin burtur.

 

Høga ferðin, sum merkti dystin fyrstu 20 minuttirnar er nú farin úr dystinum. Føroyska liðið er meiri á bóltinum og hevur fingið okkurt innkast langt frammi á vøllinum.

 

20. minutti: Benjamin Heinesen fær fyrsta gula kortið í dystinum. Mads Pedersen, úti á vinstra vongi, spældi bóltin millum beinini á føroyska leikaranum, men tá hann so skuldi renna rundan um hann sjálvur, dró Benjamin í skjúrtuvelið á honum. 

 

Mikkel Duelund royndi at skjóta frísparkið beinleiðis á mál, men Elias Rasmussen bjargaði uttan trupulleikar.

 

Lítla løtu seinni fær Mikkel Duelund vent sær inni í føroyska brotsteiginum og skotið. Elias Rasmussen bjargar í fyrstu atløgu, men missir bóltin, men føroyska verjan fær ruddað burtur.

 

18. minutti: Danir halda á at trýsta føroyska liðið í botn, og koma fleiri ferðir til vandamikil innlegg av báðum vongum. Tíbetur fyri føroyska liðið er tað sum oftast ein føroyskur leikari, sum er fyrstur á bóltinum.

 

13. minutti: So var 1-0 til Danmark. Tað var Marcus Ingvartsen, sum mitt fyri málið setti bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu. Tað var eftir eitt álop í høgru síðu hjá Danmark, at teir fingu sent bóltin inn fyri málið til toppskjúttan í Superliguni í fjør.

 

Stutt undan danska málinum hevði føroyska liðið ein góðan málmøguleika. Eitt langt innkast varð tveitt inn í danska brotsteigin, men danir ruddaðu undan í fyrsta umfari. Bólturin datt beint til vinstrabeinið hjá Jóannesi Bjartalíð, sum meddaði til, men í somu løtu tveitti ein dani seg fyri skotið.

 

10. minutti: Eftir eitt hornaspark fekk ein dani sett høvdið á bóltin, men hann fór uppum. Seinastu løtuna hava danir roynt at flutt bóltin fram eftir síðunum, har teir vongbakkarnir hjá teimum gera, at teir eru í yvirtal móti føroysku bakkunum. Tað var eftir eitt innlegg úr síðuni, at føroyska liðið mátti geva dønum eitt horna. 

 

Føroyar spæla í eini 4-5-1 uppstilling í dag. Miðjan verður trýst langt aftur á vøllin av danska trýstinum og tað ger, at tað er sera trongt framman fyri føroyska málið. Hetta ger so eisini, at danir hava sera torført við at spæla seg ígjøgnum mitt fyri, sum teir royna av og á. 

 

7. minutti: Danir hava havt bóltin síðani dystarbyrjan og royna at flyta hann runt millum sín. Føroyingarnir noyðast tí at renna eftir bóltinum og alla tíðina flyta seg í verjustøðu. Enn er tað tó ikki vorðið heilt vandamikið, tó at Marcus Ingvartsen setti bóltin á stongina við einum skallara heilt tíðliga í dystinum. Talan var tó ikki um eina heilt vandamikla støðu og Elias Rasmussen í føroyska málinum hevði tamarhald á tí.

 

Føroyska liðið megnaði at skapa eitt álop eftir eitt málspark frá Eliasi Rasmussen, men avleveringin fram til Jákup Thomsen, sum var sloppin inn um donsku verjuna, náddi tó ongantíð heilt fram.

 

Seinastu løtuna er heilt fitt av áskoðarum lagt afturat, so áskoðaratalið man vera farið um tey 500 nú. Tað er ókeypis atgongd og veðrið er gott, so eingin orsøk er at halda seg aftur.

 

Elias Rasmussen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Bartal Wardum og Ólavur Niclasen. Á miðvøllinum verða Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Í álopinum verður Jákup L. Thomsen.

 

Eykaspælarar verða Karstin Hansen, Ari Olsen, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen, Búi Egilsson, Meinhard E. Olsen og Bjarni Petersen.

 

Les eisini: Vit fara at stríðast

 

Teir, ið manna danska liðið eru Daniel Iversen, Mads Pedersen, Jacob Rasmussen, Joachim Andersen, Rasmus Nissen, Victor Nelsson, Mikkel Duelund, Mathias Jensen, Philip Anyanwu Billing, Robert Skov og Marcus Ingvartsen.

 

Eykaleikarar eru Andreas Raahauge, Joakim Mæhle, Jens Thomasen, Jacob Bruun Larsen, Jannik Pohl, Rasmus Pedersen og Asger Sørensen.

 

Fótbóltsviðmerkjarar eru á einum máli um, at vandamiklastu spælararnir hjá Danmark eru Philip Anyanqu Billing, sum spælir við Huddersfield í Premier League og Marcus Ingvartsen, sum í fjør var toppskjútti í Superliguni, men í summar skifti til belgiska felagið Genk.

 

In.fo fer at dagføra beinleiðis frá dystinum. Rás 2 sendir eisini beinleiðis á www.midlar.fo og á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.