Farna vikan skuldi í mangar mátar vera ein gleðisvika fyri føroyskan hondbólt. Ein vika, har føroyameistararnir skuldu kjósast eftir enn eitt drúgt kappingarár.
Tað var tó sorgin, sum kom at seta síni tungu spor. Eitt av fremstu ítróttarfólkum okkara seinnu árini, Inga Falkvard Danberg, andaðist mikudagin eftir stutta sjúkralegu, bert 32 ára gomul.
At Inga nú skuldi geva upp ondina, kom at kalla sum eitt sjokk. Eisini hóast vit vistu, hvussu heilsustøða hennara var vorðin. Inga var altíð ein fightari, ein sum kundi bjóða øllum heiminum av og framvegis standa eftir sum vinnarin. Og tí er tað framvegis veruleikafjart, at hon kortini ikki skuldi vinna hendan seinasta dystin.
At lýsa eitt menniskja við einum einstøkum orði, er ongan tíð ein løtt uppgáva, men skal nakað einstakt orð setast á Ingu, so má tað vera, at hon var heil. Har var ongan tíð nakað, sum hon gjørdi hálvt. Tá hon var á ítróttavøllinum, so var tað av heilum hjarta. Til arbeiðis var hon heil, sum mamma og kona var hon ikki minni heil, men ikki minst var hon heil sum menniskja. Hon hevði so nógv at geva, og gav gleðiliga øllum, sum vildu hava, men ongan tíð fór eitt einasta petti av henni. Hon var altíð heil.
Harafturat var Inga eitt konubrot. At vera kvinna í dagsins samfelag, er kanska ikki altíð so lætt. Umframt at røkta tær uppgávur, sum kvinnan av siðvenju hevur átt, so er so nógv annað at takast við. Heldur ikki í hesum lá Inga eftir. Tvørtur ímóti skaraði hon framúr. Har var einki óført. Meistaraheiti í hópatali innan fleiri greinar siga sítt um ítróttaavrik hennara, og har bæði menn og kvinnur flest mundu setast eftir, so helt Inga áfram.
Um tað so var í Mykinesi eftir lundum ella við veðradjólingum, so var tað einki, sum kundi halda henni aftur. Heldur ikki veðrið. Hon fann sær nýggjar avbjóðingar og vann á teimum. Hon sáddi og hon heystaði, alt í senn, og hóast henni bert untist at gerast 32 ár, so mundi hon longu hava vunnið á fleiri forðingum, enn flestu okkara gera á okkara æviskeiði.
Inga varð borin í heim 9. oktober 1969. Barnaárini gekk hon í skúla á Argjum, og eftir hetta fekk arbeiði í musikkhandlinum hjá Simma. Innan ítrótt er hon fyrst og fremst kend frá hondbóltinum, har hon ? hóast ættarbondini kanska bendi á nakað annað - alla tíðina var at síggja í bláa neistabúnanum. Tað kundi tó eins væl verið innan fót- ella flogbólt, at hon gjørdi seg galdandi, men tá hon at enda mátti velja, gjørdist hondbólturin vinnarin.
Fyri sløkum 15 árum síðani fann hon sín stóra kærleika í Finn Danberg. Saman fóru tey bæði niður at lesa ávíkavist í 1989, og undir lesnaðinum fingu tey døtrarnar báðar, Marjun og Nannu. Og henni so líkt, so hevði Inga samstundis stundir til at røkja hondbóltin, umframt at hon eisini tók skeið í blómubinding. Meðan tey vóru í Danmark ? í 1992 ? giftust Finn og Inga.
Í 1994 flutti familjan aftur til Føroya, og eftir at hon eitt skifti hevði starvast á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, var tað kanska ikki annað enn náttúrligt, at hon fekk starv hjá Thomas Dam Ítrótti, har hon seinni fór í læru, og varð avlærd á sumri 1998.
Fyrstu sjúkratekini fekk hon á páskum í fjør, tá hon fekk staðfest krabbamein í eitlunum. Líkt var tó til, at viðgerðin í Danmark kom í tøkum tíma, og í juni kundu læknarnir gleðiliga staðfesta, at hon var lekt. Sterk sum hon var, so vardi heldur ikki leingi, áðrenn hon hevði tikið alt uppaftur. Hon stóð aftur handan diskin í Miðbýnum, og í hondbóltinum gekk hon framvegis á odda, tá stig skuldu stríðast heim.
Í desember mánaði var tó greitt, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera, og í januar gekk leiðin aftur til ríkissjúkrahúsið. Tá varð staðfest, at krabbin hevði breitt seg, og eftir at læknarnir bóru lemjandi dómin, untist henni bert knappar tveir mánaðir á foldum.
Sjálvur kom eg eins og so nógv onnur at kenna Ingu ígjøgnum ítróttin. Fyrst í B36, har eg eitt skfiti eisini hevði ta fragd at vera venjari hjá henni. Ein fragd, tí tað fyri ein venjara má vera ein ynskisdreymur at hava slíkan hugburð á liðnum, sum Inga dróg við sær. Hon var ein vinnari. Tað næst besta var snøgt sagt ikki nóg gott. Í so máta mundi hon í mangar mátar vera ein fyrimynd fyri onnur, men soleiðis sá hon ongan tíð seg sjálva. Sum Finn so beinrakin segði mær, so vildi hon ongan tíð síggjast sum nakað serligt, men hon strembaði altíð eftir at gera nakað serligt.
Í núverandi starvi mínum sum ítróttaskrivari, hevur Inga eisini ofta verið mær ein hollur stuðul. Hóast henni ikki dámdi, at ov nógv varð gjørt burtur úr sínum persóni, so var hon altíð til reiðar at rætta eina hond, um tørvur var á eini dystarfrásøgn, eini samrøðu, ella hvat tað nú skuldi verið. Ongan tíð stóð á. Heldur ikki hóast tað onkun tíð kundi gerast nóg so seint á kvøldi, áðrenn telefonin kimaði.
Soleiðis var Inga bara. Hon vildi bara hjálpa øllum og vera øllum til vildar, og ikki eina tí einastu ferð var hon tann, sum sveik.
Og at fólk eisini hava verið takksom fyri tað, sum Inga hevur givið teimum, hevur ofta verið sjónligt. Ikki minst, tá ein stúgvandi full ítróttahøll stuðlaði tiltakinum, sum liðfelagar hennara í Neistanum skipaðu fyri, og risa stóra fylgi á seinastu ferð hennnara sunnudagin bar eisini somu boð.
Hóast missurin av Ingu kennist svárur hjá mongum okkara, so er hann tó størstur hjá tykkum, ið at kalla høvdu bygt lív tykkara kring hana. Serstakliga Finn og døtrarnar, Nanna og Marjun. Neyvan eru tað nøkur orð, sum kunnu hjálpa tykkum í sváru neyð tykkara. Tit hava mist ein dýrgrip í lívi tykkara, og hetta fær eingin givið tykkum aftur.
Ein hjálp kann tað tó vera, at mamma og kona tykkara nú hevur fingið frið. Hon er komin til eitt fjálgari stað. Og tá tit ein sælan dag eisini skulu av foldum, fer hon at standa fyri tykkum í himmalheiminum, tí finst ein slíkur, so er tað har, at Inga nú er farin.
»Hini kæru har uppi, sum tey veittra móti mær ?
á, so tung, so tung var skilnaðarstundin her!
Nú tey syngja og biðja meg vælkomnan uppi har,
har sum sorg og skríggj og pína ikki er«








