Eftir Hanus Kamban
Bergtóra Hanusardóttir: Burtur. Skaldsøga. 418 síður. 299 kr. Mentunargrunnur Studentafelagsins. Kemur út í dag.
Samanhaldið millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn hevur síðan o.u. 1870 verið merkiliga ríkt og, í orðsins góðu merking, rótfrekt. Útisetamentanin var í seksti- og sjeytiárunum í nú farnu øld m.a. eyðkend av tí týdningi, sum Neystið hevði, hetta húsið, sum stóð langt frá alfaravegi, úti í Kálkbrennaríhavnini, og sum ofta, kanska serliga á vetri, var mál hjá veitslufúsum og samverusvongum føroyskum dreingjum og gentum.
Sum tað mangan kundi vera kalt, tá ein, eftir drúgva gongu eftir krókutum og villingarsomum rásum, um jóltíðir trein úr myrkri, gjóstri og sjóráma inn um Neystsins dyr! Men fekk ein fyrst ein snaps og eina øl og síðani, um væl vildi til, ein tallerk av ræstari súpan, setti ein fløvi at hjartanum. Og longu tveir tímar seinni, meðan snillingar av Tvøroyri sum Hasse Bærentsen ella Jan Jespersen brosandi lokkaðu hæddir av ørandi sveiman burtur úr harmonikuni, var ovnheitt bæði í sál og likami. Hetta vóru ball sum muntu!
Neystið er ikki høvuðsevnið í tí nýggju skaldsøguni hjá Bergtóru Hanusardóttur, sum hevur heitið BURTUR, og sum kemur út í dag, á høvundsins seksti ára føðingardegi. Men hetta minniliga útisetakrokið er, saman við Føroyingafelag, Studentafelagnum og ótaldum ferðum oman at taka ímóti Tjaldrinum, partur av tí umhvørvi, har skaldsøgan fer fram, hesi merkiligu tíðini nøkur ár undan og nøkur ár eftir 1970, tá rembingar, sum mintu um eitt fagurt sólarris, við mjáum belti av døkkum skýggjum uttast í havsbrúnni, skolaðu úr USA og Miðeuropa eystur og norður til Danmarkar og tess brøðratjóðir.
Bergtóra fortelur í síni skaldsøgu søguna um tey bæði Sólju og Róa, sum leggja ástir saman, áðrenn tey fara niður til Keypmannahavnar at útbúgva seg, Sólja sum lækni og Rói sum verkfrøðingur. Frásøgnin er í sínum bygnaði klassisk, við tað at lesarin við søguinngang stendur við tí vónríku væntan, sum hesi ungu hava, og við søgulok stendur við tí veruleika, sum royndir, útlegd og tørvandi sjálvkunnleiki (ungdómsins ævinligi førningur!) hava latið koma undan kavi, við tí avleiðing, at høvuðspersónarnir at enda standa á heilt øðrum stað, enn upprunaliga væntað ella vónað.
Staklutir í hesum verki fari eg sjálvsagt, sambært góðum ummælarasiði, ikki at avdúka. Hinvegin er lætt at staðfesta, at henda skaldsøgan er bæði spennandi og dramatisk, at hon í støðum eisini er stuttlig, og at lesarin so við og við kemur fram á kráir og kvíggjar (fyri at taka eina mynd úr bjargalívinum), sum koma óvart á hann. Við til at skapa henda spenning er ein serligur seinkingarteknikkur, ein heldur long, dvøljandi ouvertura, har fáar og smáar ábendingar pirka undir lesarans forvitni og byrjandi ivakenslu. Tveir tættir fáa nú ferð á søgunnar gonguverk, øðrumegin trýstið frá einseminum í eini lutvís fremmandari mentan, hinumegin súgurin (fyri kallkynið) frá tí rúsdrekka, sum er algongt í útisetuni. Tá ið hesar atvoldir taka hendur saman, kann gøtan gerast ógreið.
Bókin er skrivað rundan um tvey høvuðstemu, møtið millum menniskju við ymiskum kyni og møtið millum tvær ymiskar mentanir. Handfaringin av hesum evnum, og kanska serliga viðgerðin av tí seinna, gevur eftir mínum tykki verkinum ein fastleika og eina heildarkenslu, sum eru til staðar frá fyrstu til seinastu síðu. Er munur á mentanum og tjóðum? Sjálvandi er tað tað, men kanska verður hesin munur best lýstur, ikki av sosiologum ella hagfrøðingum, men av listarfólkum, sum fanga medferð, keipur, arbeiðslag ella misskiljingar við teirri subjektivu ella impressionistisku eygleiðingini.
Vóru tilburðir og eygleiðingar bara sáldað gjøgnum hugan á tí viðkvæmu, skilagóðu og eitt sindur kræsnu Sólju, er ikki vist, at bókin hevði fingið eitt fimmpunds lodd uppfrá. Men høvundurin hevur valt eisini at lata Róa koma til orðanna, so at vit fáa atgongd til hansara tankar, kenslur, verjupróvgrundir og hansara dreingjalív í útisetuni. Hesin dráttur av empatii við kallkyninum er, hóast onkur linki kann vera, sum heild so væl frágingin, at hann skapar javnvág í persónslýsing og er bókini skaldsøgutekniskt til fyrimunar. Millum aðrar streingir, ið ríka tekstin, er eitt nú hetta, at politiskar hendingar á heimsløriftinum, fáorðað umrøddar, hava leiklutin sum hjámotiv, og at útlegdin, sum val, tilvild ella lagna, verður tematiserað, við eymleika og djúpari kenslu, í fleiri hjápersónum.
Kanningar vísa, at innflytaragentur í dag, eitt nú í Danmark, duga betur enn dreingir at halda sær uppi, t.d hvat útbúgving og evnum til at laga seg eftir nýggjum korum viðvíkir. Sólja, sum í samsvari við henda mismun er væl sjálvbjargnari enn Rói í útlegdini, umboðar eina áhugaverda samanseting, við tað at hon bæði er sera medvitin um sítt upphav og samstundis líka so forvitin yvir av øðrum mentanum. Rói er bráðsterkur, men samstundis, helst uttan av vita av tí, sálarliga minni støðuførur og er í mótganginum fyri broytingum, sum fáa ein at hugsa um ta svartsjúku hetjuna Othello og hansara gitnu orð:
og elski eg teg ikki,
legst aftur fyrndarmyrkur.
Skaldsøgan er í trimum pørtum, og seinast í øðrum parti, í eini frálíka tíðartrúgvari lýsing av eini flower-power veitslu, har fólk í litríkum búnum roykja hasj og lurta eftir dagsins tónleiki (tá ið eg las hetta, hoyrdi eg fyri mær innantanna Bridge Over Troubled Water), letur høvundurin Sólju og Róa (alias Othello) uppliva sannleikans løtu. Beint aftaná hevur Sólja eina uppgerð av mentanarligum slag við hini á hennara studentabústað, og soleiðis er lesarin her staddur á einum samanstungnum og sera dramatiskum vegamóti, við tvídrátti í senn millum kyn og mentanir, alt samalt snildisliga og vakurt undirstrikað av fylgispælinum frá einum sangi, vit øll minnast frá hesi tíðini:
Calves are easily bound
and slaughtered,
Never knowing the reason
why.
But whoever treasures
freedom
Like the swallow must
learn to fly.
At Rói í skaldsøgunnar triðja parti, eftir at hann moralskt er komin at standa við svartaperi, er fyri ógvisligum og óvæntaðum mótgangi, er eitt scoop fyri bókina og enn eitt lodd á hansara vágskál.
Føroyskt er eitt vakurt mál. Í tess natúrliga tilfeingi av laðingarsteinum og klípum er hvørt orð kent og brúkt, handfarið av heitum hondum, so at tað er grógvið við farnum, men livandi gerandisdegi, sagnarskugga, nútíðarlívi. At hetta tilfeingi framvegis ikki er troytt, er henda skaldsøgan eitt gott dømi um. Serstakliga lýsingar av náttúru, Føroya fjøllum, Noregs kava og Danmarkar skógum, eru einsýna vakrar. Við til at skapa henda vakurleika er onkur andi, sum hómast undir orðunum ella aftan fyri tey, ein bæði varligur og samstundis ógvuliga sterkur heimstaðardráttur, sum bæði í tema og stíli gevur lesaranum eina næstan lívfrøðiliga heildarkenslu.
Øll orsøk er til at ynskja høvundinum tillukku við hesi skaldsøgu. Tá ið forlagið á bakpermuni rópar bókina høvuðsverkið hjá Bergtóru higartil, hevur ein hug at taka undir við hesi meting. Her verður ikki bara hugsað um vav og tematiska viðgerð og um tað, at høvundurin her tykist at hava savnað saman brotini úr einum málningi, sum rúgvar nógv upp í hennara huga, og sum av tí sama leingi hevur ligið og bíðað eftir tí seinasta pensilstrokinum, nakað sum vín ið krevur tíð til at búnast, men eisini um, at hon í hesum verki, kanska fyri fyrstu ferð av álvara, hevur leitað út um eitt strangliga kvinnuligt sjónarhorn, og at henda leitan út úr eggjakoppinum sum heild hevur eydnast henni.
Er veitslukapitlið tað, tematiskt sæð, mest dramatiska brotið í skaldsøguni, so er hinvegin endakapitlið, har Sólja kemur heim, tindurin, sæð úr einum stílsjónarmiði. Í tí næstan prosalýrisku lýsingini av ferðini niðan á Stiðjafjall og oman í Dysjarnar er hvørt orð vigað á gullvekt. Høvuðsorðið í seinasta setningi er sál, og hetta lítla, men drúgva orðið lýsir kanska beinraknast skaldsøgunnar innasta kjarna.









