Steypafinalurnar í norskum hondbólti eru í dag leiktar í Unity Arena uttanfyri Oslo.
Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar vunnu í finaluni 37-36 á Larvik aftaná brotskastskapping.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. Farið var beinleiðis til brotskastskappingina, ið Storhamar vann 8-7.
Pernille skoraði í vanligu leiktíðini fýra mál upp á fýra málmøguleikar. Í brotskastskappingini skoraði hon tvær ferðir. Beint eftir hon hevði lagt Storhamar á odda 37-36, brendi Larvik, og so var steypasigurin heima.
In.fo ynskir Pernille tillukku við steypasigrinum.











