landsliðnum« var heitið á setninginum, og handan hetta býr ein ætlan um at gera eina sending, har hyggjarin sleppur at kaga aftur um tað, sum vit vanliga seta í samband við fótbóltslandsliðið. - Ætlanin [...] rætt í. Tí verður talan í nógvar mátar um dogme-líkar upptøkur, og tað er kanska heldur ikki so galið, heldur hann. Undir upptøkunum hevur talan í nógvar mátar verið um blandað klipp, men hann hevur tó roynt [...] haldi ikki, at tú kanst tosa um høvuðspersónar, men eg havi í stóran mun teir tríggjar til at lýsa tað, sum gongur fyri seg. Uppgávan er vaksin Tá vit at enda fara tosa um lidna produktið, sum ætlandi
sigur, so var talan tó ikki um eins sannførandi spæl frá meistarunum. Men tað kravdist so heldur ikki. Fyrsta veruliga ábendingin um, at talan aftur hesaferð kundi gerast um ein av hesum dystunum, har [...] Hetta tók líka sum nakað av luftini úr dystinum, og tá HB um miðjan hálvleikin aftur skoraði, punkteraði spenningurin fullkomuliga. Talan var annars um mest sum heilkiksað skot, tá Rókur royndi seg av brot [...] talan um heilt góðar møguleikar, sum bæði kundu og skuldu kastað mál av sær, men tað gjørdist ongantíð meira enn næstan. Egil á Bø stútaði beint fyri steðgin hornaspark niður í vøllin og upp um málið.
spælir við kortum. Inni í einum horni hevur Anja savnað saman nøkur børn. Nú er søga á skránni - søgan um Karius og Baktus. Góðan kost og gott aldursbýti Hetta er ein rættiliga nýggjur barnagarður, sum [...] summar kemur ein pedagogur, sum er um at verða liðugur við útbúgving sína, aftrat til arbeiðis. Ein góð søga Børnini sita so still sum mýs, meðan Anja lesur søguna um teir báðar jassarnar í tonnunum hjá [...] gentur sita aftanfyri og spæla við dukkur, meðan tær lurta eftir søgu. Hini børnini trokast saman rundan um Anju fyri at sleppa at síggja vøkru tekningarnar í bókini, sum rithøvundurin Torbjørn Egner eisini
Steinaðu svanapar At tað loysir seg at tosa við børnini um tað vakra í náttúruni, er henda søgan eitt gott dømi um. Herfyri vóru nakrir dreingir um 11-12 ára aldur sæddir, meðan teir vóru í ferð við at fremja [...] Viðarlundini. Teir báðir Fríði og Haraldur sita og práta um tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar. Tað er ikki bara positiv tíðindi, teir báðir práta um. Heldur hinvegin: Teir seinastu 14 dagarnar hevur [...] herverki á trø og annan vøkstur. Hvønn einasta dag síggja teir nýggj tekin um, at tað eru fólk sum ikki til fulnar kunnu gleðast um alt tað vakra, sum finst í hesum grøna blettinum miðskeiðis í Havnini. -
helluna æt hon óiva: "Sjúrðarhellan". Talan er um eina risastóra hellu, sum er umkransað av skógi. Á sjálva helluna er rist við tekningum kenda søgnin um Sjúrð, Grana og Regin Smið, sum føroyingar kenna [...] Heri Simonsen ??????????????? Var í Svøríki 20. - 28. mai. Svøríki hevur tann fyrimun fram um flest onnur lond á evropeiska meginlandinum, at landið hevur ikki verið herjað av kríggi í fleiri øldir. Ein [...] m er, at nógvir gamlir bygningar, hús, borgir og skansar eru væl varðveitt. Men tað er ikki bara søgan síðstu 400-500 árini, sum eru væl varðveitt, sum søga í Svøríki. Søga sum er 1.000 ára gomul og eldri
Viðmerkjast skal, at Den politiske landsby er bert áhugaverd, um ein hevur eitt vet av tokka bæði til journalistikk og politikk. Um ikki, verður søgan helst til tað reina volapyk. [...] Bókin er ikki eitt úrslit av vísundaligari gransking, sjálvt um tað vísundaliga eisini hevur fingið pláss á síðunum. Heldur tvørturímóti, um so kann sigast. Den politiske landsby er ein persónlig lýsing [...] also ósunn. Krause-Kjær byggir bókina upp við dømum um, hvussu gerandisdagurin á Christiansborg er skrúvaður saman. Og so verður kryddað við hugleiðingum um evnið frá øðrum kendum fólkum, sum eitt nú Svend
til, vóru spurningarnir um støðuna hjá Føroyum og hinum atlondunum ikki spurningar um, hvat mátti verða, men spurningar um hvat kundi verða og tí spurningar um politikk heldur enn um hægri lóg. Á grundló [...] grundlógin fevna um alt frá kongaríkinum Danmark til hertogadømið Slesvig og atlondini Føroyar og Ísland. Søgan um heitið sigur sostatt frá, at grundlógin upprunaliga onga meining hevði um støðuna hjá atlondunum [...] Føroyar longu áðrenn, stóra málið um ríkisdagsumboðanina kom fyri. Kjakið á Ríkisdegi váttaði eisini, at støða Føroya í danska ríkinum var ein spurningur um politisk val og ikki um ásetingar í grundlógini. Meirilutin
væl. Vit komu eisini fram til onkrar møguleikar, men fyri steðgin tóktist tað kortini vera sama søgan um, at vit ikki skora. Og tit misnýttu eisini brotsspark, sum Dan Djurhuus brendi. Fóru nakrir tankar [...] Einki er at siga til, um veteranurin hjá VB, Bjarni Johansen, var fegin, nú tað eydnaðist VB at fáa fulla úrtøku. - Hetta eru aðrir dagar. Vit skoraðu enntá trý mál, og tað er í øllum førum meira, enn
Finnlands, har teir sunnudagin skulu spæla returdyst í Intertoto. Lítil ella rættari eingin ivi er um, at leikluturin hjá Skála í fyrstu altjóða royndini ikki verður meiri enn tveir dystir. Hjá skálamonnum [...] trillaði bóltin í tóma málið. So var torført at ímynda sær, at lív skuldi haldast í dreyminum hjá Skála um at spæla seg í næsta umfarið. Í næsta álopinum var aftur galið, men heimaliðið slapp við skrekkin. [...] stútaði upp á tvørs, og har var Antti Hynynen púra leysur, tá ið hann skumpaði bóltin síðsta meturin inn um strikuna. Harvið varð innskifti níggjarin stóri maðurin. Hann var beinanvegin eftir steðgin settur
Tað var søgan í Sosialinum leygardagin, og hon er hvørki misvísandi ella skeiv. At Dimma nú í eini trongdari støðu roynir at fáa føroyingar at lesa blaðið við at lata tað ókeypis eina ferð um vikuna, ger [...] Jan Müller, stjóri ____________ Sosialurin hevur í leygardagsblaðnum grein um eina kanning hjá Gallup Føroyar, sum er komin rættiliga upp á tvørs á Dimmalætting. Stjórin á Dimmalætting leggur í eini ó [...] tíðarskeiði. Røtt Síðani hevur Gallup gjørt enn eina lesarkanning í mai mánaði, sum Sosialurin einki visti um, tá ið greinin var skrivað fríggjadagin. Hon skal vísa, at Dimma er eitt prosentstig frammanfyri Sosialin