Heri Simonsen
???????????????
Var í Svøríki 20. - 28. mai. Svøríki hevur tann fyrimun fram um flest onnur lond á evropeiska meginlandinum, at landið hevur ikki verið herjað av kríggi í fleiri øldir. Ein av mongum jaligum avleiðingum er, at nógvir gamlir bygningar, hús, borgir og skansar eru væl varðveitt. Men tað er ikki bara søgan síðstu 400-500 árini, sum eru væl varðveitt, sum søga í Svøríki. Søga sum er 1.000 ára gomul og eldri er eisini varðveitt!
Eskilstuna
Í Södermanslandi vestanfyri Stockholm liggur ein av teimum stóru provinsbýunum, nevnliga Eskilstuna. Eskilstuna hevur verið kendur í Svøríki seinastu 3-4 øldirnar fyri sítt smiðjuvirksemi, koparsmiðjur og jarnsmiðjur. Ein 350 ára gamal smiðju-býlingur er varðveittur í hjartanum í Eskilstuna. Keypti har ein hondgjørdan filétknív við elgahornsskafti, eitt væla handverk gjørt í einum søguligum, aldargomlum, siðbundnum umhvørvi.
"Sigurdsristningen"
Koyrir man ein stuttan tein úr Eskilstuna út í skógarlendið kemur ein til "Sigurdsristningen". Høvdu føroyingar navngivið helluna æt hon óiva: "Sjúrðarhellan". Talan er um eina risastóra hellu, sum er umkransað av skógi. Á sjálva helluna er rist við tekningum kenda søgnin um Sjúrð, Grana og Regin Smið, sum føroyingar kenna so væl frá kvæðunum. Søgufróð fólk hava endurgivið rúnurnar og myndirnar á einari talvu beint við helluristingina. Her kann ein so við reyðum rúnum og tekningum á hvítari bakgrund fáa endurgivið klárt og týðiliga tað sum er rist á helluna fyri umleið 1.000 árum síðani. Aðrastaðni í Evropa verður kenda søgnin nevnd: "Niebelungen" ella "Völsungasagan". Í Miðevropa verður Sjúrður mangan nevndur Sigfrid.