Handan leiktjøldini
Í fótbóltshøpi hevur hann seinnu árini gjørt um seg sum litríkur málverji. Men eisini tey, sum ikki fáast við fótbólt, bera helst kenslu á Trónd Vatnhamar. Sum sjónvarpsvertur í undirhaldssendingum av ymsum slag hevur hann ofta sett sín serliga dám á skíggjan, og nú fer hann so eisini at royna seg hinumegin myndatólið. Ella rættari - báðumegin.
Í song við landsliðnum
Seinastu góðu vikuna, tá fótbóltslandsliðið var savnað saman til uppgávurnar móti Sveis og Írlandi, hevði Tróndur nevnliga sín heilt egna arbeiðssetning.
»Í song við landsliðnum« var heitið á setninginum, og handan hetta býr ein ætlan um at gera eina sending, har hyggjarin sleppur at kaga aftur um tað, sum vit vanliga seta í samband við fótbóltslandsliðið.
- Ætlanin hevur verið, at hyggjarin skal fáa eitt innlit í, hvussu tað veruliga gongur fyri seg á fótbóltslandsliðnum. Og ikki minst, so vildi eg vísa, hvussu góður felagsskapur hetta er. Tí tað er einki at ivast í, at spælararnir eru nógv meira enn liðfelagar, tá landsliðið er saman, sigur Tróndur.
- Í Sjónvarpinum hildu tey alt fyri eitt, at hetta var rættiliga spennandi, og so var bara at fara ígongd, sigur Tróndur.
Dogme-upptøkur
Og tað fór hann so. Einsamallur við myndatólinum hevur hann fylgt við landsliðnum til at kalla allar hendingar teir átta dagarnar, sum liðið var saman.
- Eg hevði upprunaliga hugsað mær, at kamerafólk eisini var við, men tað vísti seg skjótt at verða ógjørligt. So høvdu vit knappliga havt myndamann, ljós- og ljóðfólk umframt meg sjálvan, og tað hevði nokk ongantíð gingið hjá landsliðsvenjarunum, sum annars hava sýnt mær sera stóra vælvild. Og heldur ikki í sjónvarpinum hildu tey tað vera neyðugt við fleiri fólki. Tá vildi tað líka sum ikki verið mín uppliving, og tað hava tey nokk eisini rætt í. Tí verður talan í nógvar mátar um dogme-líkar upptøkur, og tað er kanska heldur ikki so galið, heldur hann.
Undir upptøkunum hevur talan í nógvar mátar verið um blandað klipp, men hann hevur tó roynt at fylgt einum reyðum tráði.
- Eg havi kanska serliga fylgt væl við Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Jákupi Mikkelsen. Eg haldi ikki, at tú kanst tosa um høvuðspersónar, men eg havi í stóran mun teir tríggjar til at lýsa tað, sum gongur fyri seg.
Uppgávan er vaksin
Tá vit at enda fara tosa um lidna produktið, sum ætlandi skal verða liðugt í heyst, sigur Tróndur, at hann nú fer undir stórarbeiðið við redigering.
- Eg má bara siga, at hendan uppgávan er vorðin nógv størri, enn eg hevði droymt um. Higartil eru so filmaðir 12 tímar, og bara at hyggja hesar ígjøgnum fer við nógdum arbeiðsdøgum. Tað er jú ikki nokk bara at hyggja einaferð.
- Síðani skal søgan sjálvandi setast saman, og tað verður kanska størsta avbjóðingin. Skal talan vera um eina alvorliga dokumentar, ella eina meira skemtiliga vangamynd? Tað er ein spurningur, sum eg enn ikki havi avklárað ordiliga, og tað veldst sjálvandi eisini um, hvussu alt tilfarið passar saman, sigur hann.
Málið er so at gera eina sending upp eini trý korter, men longdin er tó ikki nakað, sum tey hava lagt seg fast á enn.
- Nú mugu vit síggja, hvat tilfarið kann bera. Kann talan ikki verða um meira um tjúgu minuttir, so verður tað tað. Og røkkur tilfarið ikki til eina sending yvirhøvur, so verður eingin sending. Men vónin er so í øllum førum, at vit hava eina sending klára undan landsdystunum í heyst, sigur Tróndur.
Enn er sjálvandi ov tíðliga at spyrja, hvørji hæddarpunktini í hesi verða, men sjálvur er framleiðarin ikki í iva, tá vit at enda spyrja, hvat hann heldur hevur verið mest spennandi í hesum.
- Intensiteturin. Heilt víst. Tað var fantastiskt at standa í spælaratunnlinum beint undan dystinum. Menninir eru so konsentreraðir, at tú fært slettis ikki samband við teir, og tað var kanska tað, sum imponeraði meg mest.