Ingrid Bjarnastein
????????????
Niels Krause-Kjær, Den Politiske Landsby, , Forlaget Ajour, 2003
Bókin er ikki eitt úrslit av vísundaligari gransking, sjálvt um tað vísundaliga eisini hevur fingið pláss á síðunum. Heldur tvørturímóti, um so kann sigast. Den politiske landsby er ein persónlig lýsing av teimum royndum og upplivingum, Niels Krause-Kjær hevur frá tíðini, hann arbeiddi sum politiskur journalistur og tíðindaleiðari hjá tí konservativa fólkaflokkinum.
Tað, sum er bergtakandi við bókini, eru hugleiðingarnar um støðuna hjá donsku fjølmiðlunum á Christiansborg, har alt er sum ein lítil, hugnalig bygd. Journalistarnir hava sítt egna borð í kantinuni og ferðast annars frítt millum politikararnar har inni. Vit eru í eini verð, har fjølmiðlarnir hava brúk fyri politikarunum, men politikararnir hava sanniliga eisini brúk fyri journalistunum. Ein bundinskapur, sum gongur báðar vegir.
Niels Krause-Kjær setir spurnartekin við, um hendan familjukenslan man vera so sunn. Skilt á tann hátt, at frástøðan millum journalist og politikara verður ov lítil. Kanska tað ber til at samanbera við føroyska fjølmiðlaheimin, ið er so lítil, at frástøðan millum keldu og journalist altíð fer at vera lítil og also ósunn.
Krause-Kjær byggir bókina upp við dømum um, hvussu gerandisdagurin á Christiansborg er skrúvaður saman. Og so verður kryddað við hugleiðingum um evnið frá øðrum kendum fólkum, sum eitt nú Svend Auken og Henrik Qvortrup.
Viðmerkjast skal, at Den politiske landsby er bert áhugaverd, um ein hevur eitt vet av tokka bæði til journalistikk og politikk. Um ikki, verður søgan helst til tað reina volapyk.










