Bárður Larsen
???????????????
Ikki nakið vald
Øll stýri, sum ætla at varðveita vald sítt, vilja onkursvegna royna at grundgeva fyri og rættvísgera ætlanir og gerningar sínar. Ongi uttan tápulig og stuttlivað harðræði útinna nakið vald. Í so máta er støða Danmarkar móti Føroyum ikki nakað undantak. Í staðin fyri at siga sum er, at Danmark vil fevna um Føroyar, tí Danmark sum land og tjóð ikki vil minka og verða ov lítið virt millum sínar líkar, so søgdu danir í sambandi við fullveldismálið sovorðið sum, at teir ikki vildu hava føroyingar at fara, tí at so nógv vinaløg og familjubond vóru landanna millum; og Nyrup segði okkurt á leið sum, at "det er en stor barsk verden derude," hvør skal siga, at vit máttu hava stuðul og verju.
Fullveldi fór síðan av skránni, og í staðin komu ætlanir um eitt víðkað føroyskt sjálvræði innan karmarnar av ríkinum. Men eisini í mun til hesar meira hóvligu føroysku ætlanir hava danir onnur áhugamál at røkja. Eisini uttan føroysku ætlanirnar um fullveldi vilja danir royna at forða fyri, at danski staturin verður ov samveldiskendur, og at umheimurin ov nógv fær ta fatan, at staturin rúmar fleiri tjóðir, og at fleiri lond eru í hesi ríki. Men til at avmarka møguleikar fyri sjálvræði innan fyri danska ríkið rigga flosklar um vinaløg og familjubond ikki so væl, og tí má onkur munabetri strategi veljast at rættvísgera, at mørk verða sett fyri sjálvstýriskrøvunum.
Mystiski autoriteturin
Effektivasta retoriska amboðið at lamma føroysku skipanina og avmarka krøvini um víðkað sjálvstýri í danska ríkinum er strategiin at skjóta politikkin inn undir fyribrigdið lóg. Nógv fólk - og føroyingar serliga - hava eina næstan mystiska virðing fyri tí, sum ber heiti lóg. Hetta vita danir, og tað duga teir eisini at nýta; tí ákalla teir virðing fyri teirri hægstu lógini av øllum, grundlógini.
Hesin framferðarháttur varð nýttur undir samráðingunum um føroyskt sjálvstýri og heimastýrislógina í 1946-47 og undir samráðingunum um grønlendskt heimastýri í 1970-árunum. Í seinastuni hevur henda strategi aftur verið at sæð í sambandi við samráðingarnar millum føroyskar og danskar myndugleikar um ávikavist yvirtøkulóg og lóg um heimildir til landstýrið at gera altjóða sáttmálar.
Onki upprunaligt grundarlag
Tað løgnasta av øllum í sambandi við hesa nýtslu av donsku grundlógini er, at tá grundlógin í síni tíð varð til, vóru spurningarnir um støðuna hjá Føroyum og hinum atlondunum ikki spurningar um, hvat mátti verða, men spurningar um hvat kundi verða og tí spurningar um politikk heldur enn um hægri lóg.
Á grundlógargevandi ríkistinginum í 1848-49 fingu Føroyar og Ísland lítla og onga umrøðu, tí tað stóra málið í mun til skipanina av ríkinum var spurningurin um Slesvig. Á ríkis-tinginum vóru tær kreftir ráðandi, sum vildu hava Danmark at vera eitt eindarríki. Men kortini bar hesin spurningur ógviliga lítið brá av løgfrøði. Heitið á grundlógini er eitt tað besta dømið um hetta. Nevndin sett at gera uppskot heiti helt "Danmarks Riges Grundlov" vera smidligt og vælegnað, og at tað ikki var nøkur orsøk til at áseta víddina av ríkinum í grundlógina, tí við hesum heiti kundi grundlógin fevna um alt frá kongaríkinum Danmark til hertogadømið Slesvig og atlondini Føroyar og Ísland. Søgan um heitið sigur sostatt frá, at grundlógin upprunaliga onga meining hevði um støðuna hjá atlondunum í mun til ríkið; heldur bendir søgan á, at spurningurin upprunaliga varð hildin at vera politiskur.
Serliga eru tað tríggjar greinar í grundlógini, sum danir plaga at vísa á sum grundarlag fyri, at danski staturin sambært grundlógini skal vera ein eindarstatur (t.e. "rigsenheden"), og at før-oyskt ella grønlendskt sjálvræði tí má vera avmarkað.
Tann fyrsta er grein 1. Hana vísti m.a. grønlendska heimastýrisnevndin á í sínum áliti frá 1978 sum grundlógargreinina, haðani ríkiseindin stavaði. Men hetta er ongin góð tulking, tí grein 1 sigur bara, grundlógin er galdandi fyri alt Danmarkar Ríki. Endamálið var, at grønlendingar formliga skuldu gerast danskir ríkisborgarar, og at kolonistøða Grønlands formliga skuldi enda. Grundlógargevarin segði kortini ikki við hesi grein sína meining um, hvat slag av ríki tað var, at grundlógin nú í síni heild skuldi galda fyri.
Næsta og helst týdningarmesta grundlógargrein, danir plaga at ákalla til verju av ríkiseindini, er grein 3. Her skal tað vera serliga týdningarmikið, at greinin sigur lóggevandi valdið vera hjá kongi saman við fólkatingi, og tí skal tað ikki vera møguligt, at aðrir partar av ríkinum eisini fáa lóggávuvald, tá grundlógin jú leggur hetta vald til nevndu ríkisstovnar eina. Tí siga danskir myndugleikar eisini, at valdið hjá Løgtinginum ikki er veruligt lóggávuvald, tá hetta einans kann vera hjá kongi og fólkatingi. So seint sum í einum uppriti í sambandi við yvirtøkulógina í ár endurtók danska løgmálaráðið hesa fatan. Men eisini henda grein verður av dønum lisin uttan atlit til rætta søguliga samanhangin. Hvørki á grundlógargevandi ríkisdegnum ella í sambandi við seinni grundlógarbroytingar skilti danski grundlógargevarin hesa grein so, at hon ásetti, at ríkið skuldi vera ein eind heldur enn samveldiskent. Grundlógargevarin fataði einans grein 3 sum eina áseting um tað so kenda valdsbýtið, ið varð hildið at vera so týdningarmikið at forða fyri valdsmisnýtslu. Kortini hava seinni ættar-lið av donskum embætismonnum og politikarum roynt at gera politiska spurningin um ríkiseindina til hægri lóg við at trýsta hann inn í grein 3 í grundlógini.
Seinasta greinin, danir siga hava serligan týdning fyri Føroyar og ríkiseindina, er grein 19 um uttanríkisvaldið. Á líknandi hátt sum við grein 3 siga teir, at tá grein 19 leggur heimildirnar at føra uttanríkispolitikk til kong, so kunnu Føroyar ikki fáa sjálvstøðugan lut í hesum valdi og sleppa tí ikki at fáa heimildir til at gera altjóða sáttmálar í egnum navni. Sum við grein 3 omanfyri, er eisini henda støða óhaldbar. Á grundlógargevandi ríkistinginum í 1848-49 og í 1953, tá greinin varð broytt, umrøddi grundlógargevarin einans greinina í sambandi við praktisku skipanina av valdsbýtinum uttanríkis millum ting og kong. Onki bendir á, at grundlógargevarin við grein 19 hevði eina meining um, hvørt samveldiskendar skipanir í framtíðini skuldu kunna taka seg upp innan karmarnar av ríkinum. Um Føroyar nú sum partur av danska ríkinum í 21. øld kunnu fáa ávísar heimildir at gera altjóða sáttmálar í egnum navni er støða, ið liggur langt uttan fyri endamálið við grein 19. Kortini nýttu danir júst grein 19 sum høvuðs-grundgeving, tá teir fyri stuttum sýttu føroyingum sjálvstøðugan lut í uttanlandsvaldinum.
Kjak um umboðan Føroya á Ríkisdegnum
Ein tann mest áhugaverda hendingin til lýsing av upprunaligu fatanini av donsku grundlógini í mun til støðu Føroya var tá lógin um ríkisdagsumboðan føroyinga var fyri á Ríkisdegnum seint í 1850. Frammanundan hesum høvdu danir frá desember 1849 til mars 1850 tinglisið donsku grundlógina í Føroyum. Grundlógin var tí sett í gildi fyri Føroyar longu áðrenn, stóra málið um ríkisdagsumboðanina kom fyri. Kjakið á Ríkisdegi váttaði eisini, at støða Føroya í danska ríkinum var ein spurningur um politisk val og ikki um ásetingar í grundlógini. Meirilutin av ríkisdagsmonnunum hildu, at Føroyar áttu at verða umboðaðar á Ríkisdegnum, men teir søgdu ikki, at hetta mátti verða so orsakað av eini grundlóg, sum stutt framman undan var lýst at galda eisini í Føroyum. Kent er íkastið til hetta kjak frá manninum, sum skrivaði uppkastið til grundlógina, D. G. Monrad (sí t.d. Jákup Thorsteinsson, Et Færø som Færø). Monrad var heitur talsmaður fyri føroyskari umboðan á Ríkisdegnum, tí hetta hevði tætt samband við spurningin, um Danmark skuldi verða eindarríki (helstat) ella ikki. Men Monrad vísti ikki til nýggju grundlógina, tá hann talaði til frama fyri føroyskari umboðan á Ríkisdegnum. Monrad fór í staðin heilt aftur og tillagaði eitt brot frá teirri júst avtiknu kongalógini og nýtti tað sum hugsjónarligan stuðul fyri fatanini, at "...alle disse Lande og Provinser, altsammen, intet undtaget, udelt og uskiftet bør sig at være under Danmarks Konge og Danmarks Rigsdag..."
Greiðari enn hetta kann tað ikki lýsast, at grundlógin fyrstu tíðina ikki varð mett viðkomandi fyri støðu Føroya í danska ríkinum.
Lógirnar um yvirtøkur og altjóða sáttmálar
Nú er so grundlógin aftur drigin fram. Í sambandi við yvirtøkulógina er hetta kanska ikki so politiskt vandamikið, tí danir hava nú hóast alt givið føroyingum rímiliga víðar ræsur, og mangt ber til, sum fyrr ikki bar til. Tað undrunarverda - og ikki sørt háðandi - er kortini, at danir nú teoretiskt eru farnir aftur um 1948. Upp til heimastýrislógina vóru tað bara loynilig forarbeiði frá Alf Ross, sum søgdu nakað um eindarstat og delegatión, og at hetta skuldi fylgja av grundlógini. Sjálvur lógarteksturin og almennu donsku viðmerkingarnar tosaðu kortini um lóggevandi vald til heimastýrið, og tá loynilig forarbeiði ikki kunnu vera við til at skapa rætt í demokratiskum samfelag, so var støðan í 1948 kanska ikki so galin. Men nú í 2005 eru danir slopnir alment at skriva hesa fatan av ríkiseind og delegatión inn í viðmerkingar til yvirtøkulógina.
At teir karmar fyri innlendis sjálvstýri Føroya, ið upprunaliga skuldu liggja fastir orsakað av grundlógini, nú við yvirtøkulógini eru munandi víðkaðir, sigur ikki so lítið um opportunistiska grundlógartulking. Men tað sigur enn meira um retoriska potentialið í orðinum (grund)lóg, at teir nú so brádliga víðkaðu karmar-nir fyri yvirtøkum framvegis verða sagdir treytaðir av ríkiseind og grundlóg.
Lógin um heimildir hjá landsstýrinum at gera altjóða sáttmálar vísir at grundlógarstrategiin umframt formligar eisini hevur politiskar avleiðingar. Við at ákalla grein 19 í donsku grundlógini forðaðu danir fyri, at Føroyar fingu (lutvíst) sjálvstøðugar heimildir at gera altjóða sáttmálar í egnum navni. Sum nevnt omanfyri er tað ikki rætt, at grein 19 má skiljast sum ein forðing á hesum øki. Meiri sannlíka orsøkin til hesa donsku støðu er, at tað onga aðrastaðni enn á uttanríkisøkinum er av størri týdningi fyri sjálvsfatanina hjá statinum, at umheimurin sær Danmark sum eina homogena eind og møtir einum donskum stati, einum "Kongeriget Danmark". Lótu danir vera við at draga grein 19 inn í samráðingarnar, og fylgdu teir fordømum aðrastaðni, so kundu Føroyar sum eitt slag av deilríki í danska ríkinum fingið eina heimild til í egnum navni og á lægri politiskum stigi at gera sáttmálar við onnur lond og altjóða stovnar; men hetta vildu teir ikki.
Donsk grundlógarmentan
Vit kunnu seta spurningin, hvussu støðan hevði verið, um danska grundlógin eftir sínum innihaldi og einstøku greinum var viðkomandi fyri støðu Føroya í ríkinum. Svarið er, at heldur ikki tá hevði verið rímiligt at ákalla grundlógina sum týðandi grundgeving fyri ikki at vilja flyta seg longur. Danska grundlógin er, sum leiðandi danskur søgufrøðingur segði, fyrst og fremst eitt magna carta (frælsisskjal) fyri danska fólkaræðið. Við grundlógini fekk modernaða danska fólkaræðið sína formligu byrjan. Tí kann grundlógin hava týdning í Danmark sum politiskt skjal og ímynd, men týdningurin av henni sum hægri lóg er lítil og ongin. Danska grundlógin er aldri fatað so, at hon setir greið mørk fyri, hvat politiska skipanin kann og ikki, heldur er hon mett sum ein kámur karmur um politisku skipanina, eitt útgangsstøði, sum ikki setur nøkur endalig mørk.
Samanumtikið er tað tí als ikki legitimt, at danir ákalla grundlógina, tá teir ikki vilja politiskt. Størsti trupulleikin er kortini, at føroyingar ikki duga at vera við í hesum retoriska leiki, og tí megna teir ikki í eini samráðingarstøðu við danir at mana grundlógina burtur aftur.
Høvundin er skrivari í nevndini at skriva føroyska stjórnarskipan (grundlógarnevndini). Danska lógarritið Juristen kunngerð í komandi viku grein hjá Bárði um danska grundlógarargumentatión.