Hósvík: ?Einaferð var tað ein drongur, og hann æt Janus. Hann hevði tenn í munninum, tað hava vit jú øll!?
Í nýggja barnagarðinum í bygdini lata tey seg ikki órógva av at ein fremmandamaður er komin á gátt.
Børnini eru komin í barnagarðin stutt frammanundan henda mánamorgunin, og spælið er fult í gongd. Starvsfólkini eru eisini í gongd við tær dagligu uppgávurnar ein slíkan dag.
Úti í køkinum ger eitt teirra klárt til bakstur av einumhvørjum slagi. Inni í eini spælistovuni sita tvey onnur við hvør sítt borð og spæla saman við børnunum - ein leggur puslispæl og ein onnur spælir við kortum.
Inni í einum horni hevur Anja savnað saman nøkur børn. Nú er søga á skránni - søgan um Karius og Baktus.
Góðan kost og gott aldursbýti
Hetta er ein rættiliga nýggjur barnagarður, sum hósvíkingar hava fingið. Tað er ikki meiri enn hálvurannar mánaður síðani hann tók ímóti fyrstu børnunum.
Tey hava tikið børnini inn so líðandi, og í dag eru 49 børn. Annars er hann normeraður til 58 børn.
Leiðarin, Gitte Jørgensen sigur, at enn er alt so nýtt, men at hon kortini vónar at fáa tvær ætlanir framdar: At børnini fáa heilsugóðan kost og at tey verða aldursintegrerað.
Í fyrra førinum er ætlanin at venja børnini við góðan og rættan mat, og skulu børnini í hesum sambandi m.a. fáa møguleika at royna mat úr øðrum londum.
Í seinna førinum er ætlanin at hava børn í ymsum aldrum saman, soleiðis at tey kunnu læra hvør av øðrum, eins og tey kunnu læra seg at hava fyrilit hvør fyri øðrum - tey eldru fyri teim smærru, og tey smærru fyri teim eldru.
Talið av starvsfólkum er í dag 10 - 9 hjálparfólk og leiðarin Gitte. Í summar kemur ein pedagogur, sum er um at verða liðugur við útbúgving sína, aftrat til arbeiðis.
Ein góð søga
Børnini sita so still sum mýs, meðan Anja lesur søguna um teir báðar jassarnar í tonnunum hjá Janusi.
Okkurt barnið situr í fangi hennara. Tvær gentur sita aftanfyri og spæla við dukkur, meðan tær lurta eftir søgu. Hini børnini trokast saman rundan um Anju fyri at sleppa at síggja vøkru tekningarnar í bókini, sum rithøvundurin Torbjørn Egner eisini hevur gjørt.
Ein ljóshærd genta hevur tikið sær sína egnu bók, og hana situr hon og lesur undir liðini á Anju. Júst í dag vóru Karius og Baktus ikki nakað fyri hana. Hon vildi heldur hava eina bók við fleiri myndum enn teksti.
Anja dugir væl at lesa upp, og børnini eru íðin eftir at fáa eygu á tekningarnar. Um tey ikki skilja sjálvt innihaldið í søguni, so kunnu tey kanska betur fata tekningarnar í hesi søguni.
Hóast hini børnini eru upptikin við øðrum spæli, so lata hesi børnini í horninum hjá Anju seg ikki ávirka av tí.
Ein vælsøgd søga er ikki av vegnum ein slíkan mánamorgun.










