vit so skjót at halda, at munur er á fólki. Var tað ikki Jesus, sum segði: »latið øll fólkasløgini koma til mín«. Og tó; er ongin munur á fólkasløgum, so er munur á Jesusi ? í hvussu er uppfatanini av [...] Mariu. Og sum ein vanligur profetur kann Jesus á ongan hátt setast upp á síðuna av Gudi ? av Allah. ( Allah (Gud) er einastandandi. Ongin kann setast upp á síðuna av honum. Hann er oman fyri alt. Tí ber [...] faðir, Guds son, og Heilaga andan hoyrir sambært koranini og islam ongastaðni heima. - Eg gekk bæði í kirkju og á møti í uppvøkstrinum. Og tá undraði tað meg mangan, at ápostlarnir í Bíbliuni skuldu siga
so var kviki Jákup á Borg fram við, gjørdist púra leysur og skoraði. Seinnu ferð stóð John Petersen fyri uppspælinum, og millum tveir heldur passivar NSÍ?arar setti Jákup á Borg fótin á bóltin og í málið [...] samanspæl, og í fyrra hálvleiki gekk rímuligt hjá NSÍ at spæla upp móti vindinum. Men B36 trýstu heimaliðið, og liðið úr Havn skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Jákup á Borg sum hevði sín egna tvídyst [...] B36 fleiri ferðir at hótta við mótálopum í mótvindinum. Við sigrinum helt B36 fast um triðja plássið á stigatalvuni, og tað var eitt pláss betri enn hitt havnaliðið, HB. B36, sum sostatt vann bronsumerkini
heimadystin ímóti Litava. Øðrvísi ferð Bartal Eliasen gongur á læraraskúlanum, og í gjár fór hann við skúlafeløgunum á námsferð. Ferðin gekk til Prag, men nú verður talan bara um partvísa námsferð hjá Bartali [...] seinni parturin av hesi vikuni fer til at umboða føðilandið á landsliðnum. Boðini um úttøkuna til landsliðið fekk miðverjin, tá hann var komin á flogvøllin í Vágum: ? Tað er alt í lagið. Eg fái Henning Jarnskor [...] mikukvøldið, var svarið hjá Bartali, sum hevur avrátt við landsliðsvenjaran, at hann mikukvøldið skal koma á gistingarhúsið í Prag, har landsliðsferðalagið fer at halda til. Okkum kunnugt eru allir hinir land
Tað var, sum tað plagar at vera, tá umboðini fyri Fótbóltssambandið leygardagin fóru á vøllin fyri at handa KÍ steypið, sum Føroya Bjór í 1996 setti út at kappast um, og sum GÍ, B36, HB og KÍ ? tey fýra [...] hevði tað klætt seg, at ein stórur ringur varð gjørdur, soleiðis at tað bar til at eygleiða tað, sum gekk fyri seg, og hoyra tað, sum varð sagt, men hetta eydnaðist ikki. Ovurfegnu áskoðararnir vildu fegnir [...] einki fyrireikað ? fyri mong kendist tað, sum um teir høvdu verið í so varnir ? og tá spælararnir komu á pallin, sum í skundi var settur upp, og formaðurin í felagnum, Svend Jacobsen, og býráðsformaðurin,
stóran týdning fyri besta liðið. Bæði tí eykaleikararnir leika á hægri støði, men so sanniliga eisini tí, at hetta hevur eina sera positiva ávirkan á tað kapping, sum altíð er undir venjingini. Kári sigur seg [...] við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrstu umførini, soleiðis at teir framyvir koma at fáa eina meira fasta spæliætlan. Fær Kári tað unga H71 liðið at svinga á rættan hátt, samstundis sum [...] Tað skuldi verða so gott, men at enda gekk alt av skriðuni til hjá hondbóltsliðnum úr Hoyvík. Sipað verður sjálvandi til seinasta kappingarár, har hoyvíkingarnir leingi vóru við í stríðnum um heiðursmerki
er bara um Leirvíksfjørð, og tá amerikanski eingilsktmaðurin fór umborð á Dúgvuna, kom jugoslaviski Tomislav Sivic í land. Tað gekk skjótt hjá KÍ og Tomislav Sivic at semjast um samstarv, tí í fyrrakvøldið [...] skal taka sær av unglingunum, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ. Í gjár vóru samráðingarnar um longdina á samstarvinum ikki loknar. Størri hóp Klaksvíkingar hava alt kappingarárið mett, at 1. deildarhópurin [...] tungur arvur Á fundinum, sum var týskvøldið, spurdi nýggi venjarin eftir Harley Bertholdsen, sum er givin. Sivic var avgjørdur, tá hann segði seg ikki ganga við til, at royndasti maðurin á liðnum gevst
er dottin burturfrá, men hinvegin er onkur eisini løgst afturat, so samanumtikið man styrkin á liðnum verða á leið tann sama, sum undanfarna ár. Ioana heldur tó, at við tað at fleiri onnur lið hava brynjað [...] væl við í oddastríðnum. Eftir at stigini eftir fyrra helming av kappingarárinum vórðu býtt í tvey, gekk tó ikki so væl hjá VÍF, og endin gjørdist, at tær máttu taka til takkar við einum fimtaplássi, men [...] og tær hava ongar ætlanir um at geva hetta frá sær uttan mótstøðu. Ioana sjálv hevur eisini støðuna á málslúkaralistanum at verja. Seinasta ár var hon toppskjútti í kvinnudeildini, og hetta gevur henni
eisini kappingina í 2. deild, so tað kundi bent á, at breiddin í hópinum var sera góð, og at felagið gekk einari ljósari framtíð í møti, við sterkum liðum á bæði mann- og konufólkasíðuni. Verulekin vísir [...] vísir seg tó at vera ein heilt annar, tí tá vit tosaðu við ábyrgdarfólkini á vestara armi á Skálafjørðinum, varð støðan ikki serliga hugalig. So at siga alt 1. deildarliðið frá seinasta ári er burtur, og tá [...] Verður hugt eftir úrslitunum hjá kvinnunum av Skála og Strondum seinasta ár, so er ikki nógv, sum bendir á, at trupulleikar skuldu verið við at manna eitt lið. Besti lið felagsins leikti seg í steypafinaluna
løtuni, sigur Andrias Jacobsen og leggur afturat, at nevndin er í holt við at hjálpa upp á manningartrupulleikan á fyrstaliði. ? Vit hava kanna »marknaðin« fyri leikarar og tað er ikki óhugsandi, at vit [...] skipa venjing Av somu orsøk hevur borið illa til at fáa hildið skipaða venjing í Runavík. Hóast tað gekk verri enn illa í fjør varð farið seint undir venjingina í ár, og fyrstu tíðina hava bara fimm mans [...] hevur stórar ambitiónir, sigur Sverri og leggur afturat, at ambitiónirnar í Runavík meira ganga upp á tær yngru deildirnar. Hesum gevur formaðurin í felagnum Andrias Jacobsen honum rætt í. ? Vit eru farnir
hvørjum øðrum ígjøgnum veturin. Verður spennandi Rúni vil ikki peika á nakað lið sum greiðan favoritt til FM-heitið, men vísur tó á, at hann roknar við at grannarnir úr Neistanum fara at gerast drúgvari [...] spyrja hann um, hvørjar vónir hann hevur fyri komandi kappingarár. Við hesum sipar hann til, at leingi gekk, áðrenn leikararnir fingu staðfest, hvør skuldi vera venjari teirra í ár, og at hetta hevur viðført