Tað var, sum tað plagar at vera, tá umboðini fyri Fótbóltssambandið leygardagin fóru á vøllin fyri at handa KÍ steypið, sum Føroya Bjór í 1996 setti út at kappast um, og sum GÍ, B36, HB og KÍ ? tey fýra feløgini, sum hesa ferð endaðu ovast í landskappingini ? nú eiga hvør sítt lutabræv í.
Fyri handanina og harvið heiðringina av meistarunum hevði tað klætt seg, at ein stórur ringur varð gjørdur, soleiðis at tað bar til at eygleiða tað, sum gekk fyri seg, og hoyra tað, sum varð sagt, men hetta eydnaðist ikki. Ovurfegnu áskoðararnir vildu fegnir lyfta og lætta spælarunum og venjarunum, og hetta tóktist ongan enda at taka, og so vórðu steyp og krónur handað, uttan at fjøldin av áskoðarum fekk tað við.
Flestu áskoðararnir fóru til hús, og tískil fingu teir tað ikki við, tá tað endiliga ljóðaði úr hátalarunum, at spælararnir fóru at vera at hitta í høllini beint eftir dystin.
Felagið hevði einki fyrireikað ? fyri mong kendist tað, sum um teir høvdu verið í so varnir ? og tá spælararnir komu á pallin, sum í skundi var settur upp, og formaðurin í felagnum, Svend Jacobsen, og býráðsformaðurin, Jógvan við Keldu, søgdu nøkur orð, var rómurin nógv dovnaður, og bara ein lítil partur av áskoðarafjøldini var til staðar.
Tey vóru fleiri, sum hildu, at ein slíkan dag hevði tað verið rætt at havt steypahandanina og alt tað, sum hongur uppi í, inni í høllini, har tað ivaleyst eisini hevði borið til at syrgt fyri bæði hátíðarligum og undirhaldandi karmi, men hesum hevði eingin syrgt fyri.
Meiri skipað
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, hevur verið við til mest sum allar handanirnar í níti árunum, og hann ásannar, at tað kundi gingið meiri skipað fyri seg, enn tað vísir seg at gera. Hetta hevði komið væl við bæði í feløgunum og hjá teimum í Fótbóltssambandinum:
? Í prinsippinum er tað heimaliðið, sum hevur ábyrgdina av, at umstøðurnar eru, sum tær eiga at vera. Hesa ferð var tað heimaliðið, sum vann og harvið fekk steyp og krónur, men bæði í fjør og í fyrraárið vóru ávikavíst HB og B36 á útivølli, tá tekini um meistaraskapin vórðu handað, og tá teimum ikki er álagt, hvussu tað skal skipast fyri, so er tað kanska einki at siga til, at liðið, sum ikki er blandað uppí handanina, ikki hugsar so nógv um tað.
Við royndunum í ár og undanfarnu árum í huga heldur Ísak Mikladal, at tað skilabesta hevði verið, at Fótbóltssambandið í skrivliga ásetti, hvussu mannagongdin skal vera, og at hesar ásetingarnar vórðu settar í skipanina, so feløgini kundu fyrireika seg og harvið m.a. kundu sett ta manningina, sum skal til fyri at syrgja fyri, at øll tey, sum eru til staðar í slíkum førum ? spælararnir, áskoðararnir, pressan, FSF umboðini og onnur ? fáa tað burturúr, sum tey halda, at tað eigur at fáast burturúr júst hesi løtuni.