Sivic skal lyfta arvin í Klaksvík

Fótbóltur: Og klaksvíkingar geva einum av ungu venjarunum í felagnum møguleikan at royna seg sum hjálparvenjara

Mánadagin fór Tony Paris úr Klaksvík. Farleiðin úr Klaksvík og út í verðina er bara um Leirvíksfjørð, og tá amerikanski eingilsktmaðurin fór umborð á Dúgvuna, kom jugoslaviski Tomislav Sivic í land.

Tað gekk skjótt hjá KÍ og Tomislav Sivic at semjast um samstarv, tí í fyrrakvøldið klokkan18 vórðu nýklæktu greipuvinnararnir stevndir til fundar við nýggja venjaranum.

? Vit halda, at vit hava fingið ein fínan venjara, og ætlanin er, at hann umframt besta liðnum eisini skal taka sær av unglingunum, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ. Í gjár vóru samráðingarnar um longdina á samstarvinum ikki loknar.


Størri hóp

Klaksvíkingar hava alt kappingarárið mett, at 1. deildarhópurin hevur ikki verið serliga breiður. Teir hava havt fá leikbann, og burtursæð frá John Ryan í fyrsta partinum av kappingini, so hava lyklaspælararnir verið millum lítið og einki burturfrá orsaka av skaða.

Í felagnum arbeiða teir við at víðka um 1. deildarhópin. Formaðurin í KÍ avvísir ikki, at talan kann verða um at fáa onkrar nýggjar og royndar spælarar til Klaksvíkar:

? Vit síggja lítlar møguleikar fyri at fáa styrk aðra staðni frá í Føroyum. Vit hava verið hepnir við útlendingunum, sum hava verið í Klaksvík, og vit síggja ikki burtur frá, at tað kann koma uppá tal at fáa onkran afturat Marek og Pacek, sum báðir koma aftur. At Tomislav Sivic kemur í felagið ger, at vit, hvat útlendingum viðvíkur, fáa nýggjar møguleikar. Tað er framvegis møguleiki fyri, at Stephen Boyle kemur aftur til Klaksvíkar, og um hann ikki kemur, so mugu vit taka støðu til, um vit skulu fara aðra staðni at fáa ein nýggjan málverja.


Nýtt blóð og

tungur arvur

Á fundinum, sum var týskvøldið, spurdi nýggi venjarin eftir Harley Bertholdsen, sum er givin. Sivic var avgjørdur, tá hann segði seg ikki ganga við til, at royndasti maðurin á liðnum gevst, meðan hann framvegis er uppá sítt besta, og so er spurningurin, hvussu skilagóði KÍ maðurin fer at takla hesa áheitanina.

Klaksvíkingar hava í ár havt góða umboðan á U-16 landsliðnum, og komandi ár skulu teir fýra, sum í ár hava verið á landsliðnum, spæla í unglingadeildini.

? Har skal Sivic venja teir. Vit síggja góða framtíð í hesum fýra dreingjunum. Saman við Karstini Joensen, málverjanum á U-18 landsliðnum, vóru teir við á fundinum við nýggja venjaran. Vit fara at geva teimum høvi at venja við 1. deild. Har fara teir at fáa høvi at mennast, og so verður tað upp til venjaran at gera av, um hann ætlar at brúka teir í 1. deild, sigur Svend Jacobsen. Spælararnir, sum formaðurin sipar til, eru Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Símun Joensen og Kristian á Lakjuni.

Bill Jacobsen hevur í ár verið venjari hjá KÍ dreingjunum, samstundis sum hann hevur verið venjari hjá U-15 landsliðnum og hjálparvenjari hjá U-16 landsliðnum. Nú er gjørt av, at Bill Jacobsen komandi ár skal vera hjálparvenjari hjá Tomislav Sivic.

Arvurin hjá nýggja venjaranum verður tungur at lyfta, men bæði hann og ábyrgdarpersónarnir í KÍ mugu metast at hava gott tak á tí, sum teir nú ætla at samstarva um. Tomislav Sivic hevur í trý ár vant B36, sum saman við KÍ hevur verið við til at mynda toppin. Í ár tapti Sivic steypafinaluna ímóti KÍ, og hóast B36 endaði á triðja plássinum, so vóru teir alt kappingarárið størsta hóttanin ímóti KÍ í stríðnum um meistaraskapin.