Venjarin veit ikki hvat fólk hann hevur

Av tí at tað er fótbólturin, sum hevur »mest at siga« í Runavík, so er torført at siga nakað um hvussu tað verður við fólki í ár. Men verður alt tað besta fólkið tókt, so er ikki óhugsandi, at liðið av eystara armi av Skálafjørðinum endar onkustaðni mitt í stigatalvuni

Tað man vera ræðuligt at vera venjari og hava ábyrgdina av einum fyrstudeildarliði og fýra dagar undan at kappingin byrjar ikki vita, um ein hevur fullmannað lið.

Hetta eru kortini treytirnar, sum venjarin hjá Tjaldur, Sverri Justinussen hevur at arbeiða undir, hóast tað sjálvsagt er eitt sindur kantut sett upp.

Og hóast tað ikki ljóðar serliga hugaligt, so hevur hann valt at góðtaka tær, tí sum hann sigur:

? Tað er fótbólturin sum spælir fyrstu violin í Runavík, og soleiðis eru treytirnar.


Eingin skipa venjing

Av somu orsøk hevur borið illa til at fáa hildið skipaða venjing í Runavík.

Hóast tað gekk verri enn illa í fjør varð farið seint undir venjingina í ár, og fyrstu tíðina hava bara fimm mans verið til venjingar.

Og tá skal havast í huga, at kappingin byrjar um vikuskiftið.

Men er tað ikki ein løgin kensla, at sita so fáar dagar undan fyrsta dysti og ikki vit hvat tilfar er at taka av?

? Jú, men av tí at umstøðurnar eru sum tær eru, so ber illa til at gera tað øðrvísi.

Men er tað so ikki skeivt at stremba eftir at hava lið í bestu deildini, tá venjarin ikki veit um hann hevur nóg nógvar spælarar?

? Spælararnir koma, tað ivist eg onga løtu í, men sjálvandi er tað ikki ein haldbar støða, um ein hevur stórar ambitiónir, sigur Sverri og leggur afturat, at ambitiónirnar í Runavík meira ganga upp á tær yngru deildirnar.

Hesum gevur formaðurin í felagnum Andrias Jacobsen honum rætt í.

? Vit eru farnir undir eitt miðvíst ungdómsarbeiði sum skal leggja grundina undir framtíðar hondbóltin í Runavík, sigur Andrias sum eisini sigur, at teir í tí sambandi hava sett navnframa Sverra Jacobsen til ungdómsvenjara í Runavík.

Verður tað gjørt eftir sama leisti sum t. d. strandingar hava gjørt

? Ja, men vit koma bara haltandi nøkur ár aftaná, sigur Andrias Jacobsen, sum leggur afturat, at tað tí hevur sera stóran týdning fyri felagið, at hava eitt lið í fyrstu deild, sum kann vekja áhugan hjá teimum yngru


Leita eftir leikarum

Men heldur formaðurin, at tað er nóg góð reklama fyri hondbóltin í Runavík, at teir hava eitt lið, sum liggur og rótar niðri í botninum av fyrstu deild?

? Av tí at fótbólturin hevur fyrsta prioritet í Runavík, so verður torført at fáa gjørt tað øðrvísi enn tað verður gjørt í løtuni, sigur Andrias Jacobsen og leggur afturat, at nevndin er í holt við at hjálpa upp á manningartrupulleikan á fyrstaliði.

? Vit hava kanna »marknaðin« fyri leikarar og tað er ikki óhugsandi, at vit fáa onkrar leikarar uttanífrá til at geva okkum eina hjálpandi hond, sigur Andrias.

Tað fegnast Sverri Justinussen um, tí í fjør hevði Tjaldur ta óhepnu uppliving, at teir hóast tað onkuntíð var nær við, ikki fingu eitt tað einasta stig ígjøgnum eitt heilt kappingarár.

? Sum eg havi skilt tað, so er talan um leikarar, sum allir hava spælt í fyrstu deild, og tað sigur seg sjálvt, at so broytist støðan munandi, sigur Sverri.

Hann leggur afturat, at tað í løtuni er eitt sindur av óvissu um Jens Martin Knudsen, tí eingin veit um hann endar uttanlands sum fótbóltsspælari í ár ella ikki.

Verður hann heima, so spælir hann, og so sær heilt gott út. Tá kunnu vit taka stig frá fleiri feløgum eru vit hepnir. Og meta vit út frá tí, so vildi eg mett at vit enda onkustðani mitt í stigatalvuni, sigur leikandi venjarin hjá Tjaldur, Sverri Justinussen.