Vit skulu nokk koma ígongd

Rúni Poulsen, sum seinasta ár var liðskipari á kyndlaliðnum, væntar ikki, at Kyndil fer at leggja hart í kappingini, men at teir ivaleyst koma at hava framgongd, sum árið líður

Vit eru komnir ov seint ígongd, umframt at venjaraspurningurin eisini hevur órógvað nakað, heldur Rúni Poulsen fyri, tá vit spyrja hann um, hvørjar vónir hann hevur fyri komandi kappingarár.

Við hesum sipar hann til, at leingi gekk, áðrenn leikararnir fingu staðfest, hvør skuldi vera venjari teirra í ár, og at hetta hevur viðført, at teir helst eru nakað aftanfyri hini liðini, tá hugt verður eftir venjingarstøðuni.

Rúni skundar sær tó at leggja afturat, at allir leikararnir eru fegnir um, at hesin spurningur nú er avgreiddur, eins og teir allir eru samdir við leiðslu felagsins í valinum av venjara.

Vit vita allir, hvat Sophus stendur fyri, og hóast hann ikki hevur vant nakað 1. deildarlið í manshondbólti, so er hann ivaleyst maður fyri at langa nevan í borðið, um hetta gerast neyðugt. Tað fer helst eisini at verða neyðugt í byrjanini, við tað at vit helst mugu geva nakað eyka, tá havt verður huga at hini liðini hava vant í upp til ein mánað longri enn vit hava gjørt.

Hann leggur eisini afturat, at hóast onkur kanska vil gera nógv burturúr at Jacob Jónsson var nær við at skifta til Neistan, men nú kortini verður verandi sum leikari, so er hetta nakað sum leikararnir langt síðani hava avgreitt, og metir hann ikki, at hetta er nakað sum skapar innanhýsis óróð í hópinum.


Skipanin

ein fordeilur

Rúni dylur heldur ikki fyri, at hann metir núverandi skipanina, har liðini missa helmingin av stigunum í vetrarsteðginum, verða til fyrimuns fyri Kyndil, í hvussu so er í hesum kappingarárinum.

Ein kann siga, at tað við verandi skipan ger minni, at vit ikki eru í toppformi, nú farið verður undir fyrra helming av árinum, við tað at dystirnir í seinnu helvt telja meira, og við tað at eg rokni við at fleiri av oddaliðunum koma at taka stig frá hvørjum øðrum ígjøgnum veturin.


Verður spennandi

Rúni vil ikki peika á nakað lið sum greiðan favoritt til FM-heitið, men vísur tó á, at hann roknar við at grannarnir úr Neistanum fara at gerast drúgvari enn vant í vetur.

Sjálvur heldur hann ikki, at Kyndil kann teljast millum favorittarnar, men eins og venjarin, so er hann vísur í, at teir ætla sær at taka av teimum møguleikum teir fáa, fyri at blanda seg í stríðið um heiðursmerki.