løgregluni, Hallgrím Hansen, um, at best hevði verið at sleipað Athenu út av Skálafjørðinum. Hann segði, at enn er skipið ikki tryggjað við oljusperrum, men at hetta fer at verða gjørt, tá umstøður eru til [...] fyri middag í dag. Sløkkiliðsleiðarin segði, at hugsingur slett er um at senda fólk umborð á Athenu, tí har er bæði nógvur eldur, roykur, og skipið er ógvuliga heitt. Sunleiv Højgaard segði, at eingin vissa [...] vissa heldur er fyri, at fleiri spreingingar ikki verða umborð á skipinum. Sosialurin var ikki meiri enn liðugur við samrøðuna við Sunleiv Højgaard, tá ein sterk spreinging var umborð, sum hoyrdist um alt
borði.Tað sigur seg sjálvt, at slík fólk skulu vit ikki hava at stýra landinum. Kanska Kári á Rógvi fær hetta við í uppskotið, at einki tingfólk, landsstýrisfólk – og ikki minst løgmaður, hevur [...] ting um at skipa eina skrá, har allir viðkomandi upplýsingar verða lagdir fram fyri almenningin. Ein grein um hetta er at lesa á síðu sjey í dagsins blað. Hóast hetta kann tykjast í so yvirdrivið [...] yvirdrivið, so er hetta eitt sera áhugavert uppskot. Tað er ikki hissini vald, vit geva teimum fólkum, vit velja á ting. Tí eiga vit eisini at vita alt um hesi fólkini – eisini hvørji áhugamál
talan um ikki minni enn 250-300 mió kr! Hetta hevði komið sera væl við hjá teimum sjúku, gomlu og veiku, nú sjúkrahúsverkið ikki hevur ráð at hava skurðstovurnar opnar, ikki hevur ráð at luttaka í katast [...] verður skorin o.s.fr. Fólkaflokkurin ikki sosialt medvit At Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskoti Sambandsfloksins, er kanska ikki at undrast yvir, tí flokkurin - í sjálsvstýrissamgonguni við Annfinni [...] veiku, fáa vit í Føroyum ein sjálvberandi búskap. Heldur áttu vit fyrst at fingið ein sjálvberandu búskap. Síðan kundu vit heldur lækka blokkin. Sjálvur tykist Fólkaflokkurin ikki at halda, at hann skal gera
er jú als ikki tengdur at oljuni. Til hetta svarar stjórin í felagnum, at Fjarhitafelagið ongar bindingar hevur í so máta. - Kundar okkara hava eitt lyfti um, at orkuprísurin hjá teimum ikki fer upp um [...] Umframt at vísa á, at avgerðin er í tráð við vanliga príspolitikk felagsins, vísir Jóannes Hansen eisini á, at Fjarhitafelagið hevur tørv á at konsolidera seg fíggjarliga. - At felagið ber seg í dag, merkir [...] hava ongantíð fingið lyfti um, at tey skulu rinda minni enn aðrir borgarar í Havnini, og politiskt hevði hetta helst heldur ikki verið rætt, tó at eg sjálvur einki havi at gera við tann politiska partin
sum er fáa vit ikki gjørt annað enn at avlýsa at fáa fólk út í oynna, sigur Lükka Patursson. Nógvi turkurin í seinastuni hevur gjørt, at so lítið vatn er til , at tað er ikki hugsingur um at matgera til ferðafólk [...] ferðafólk, og bara tað at nýta WC fer við so nógvum vatni, at tað er ikki ráðiligt at fáa fólk út í oynna í løtuni. - Vit merktu longu tá fólk fóru avstað í síðstu viku, at tað var um at ganga undan við vatni [...] gjørt, at bóndaparið í Koltri má avlýsa ætlaðar ferðir hjá fólki út í oynna, tí tey fáa ikki so frægt sum boðið teimum at nýta WC-fasilitetirnar - Hetta er ein heilt óvanlig støða hjá okkum at vera í. Men
kunnu bara greitt afturvísa, at leiðslan á Sosialinum hevur nakran áhuga í »tilvitað at útstilla borgarstjóran í Havn sum vandalist«. Okkara endamál er at greiða lesarum frá tí, í m. a. Tórshavnar Býráð fæst [...] Vaglið í garðinum hjá Jacob Lützen skal fáast framaftur. Hetta vísir ætlanin hjá býráðnum, sum var viðgjørd á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin, sum eisini varð greitt frá í Sosialinum í gjár [...] ætlanir um at flyta hesi húsini av grundini og byggja høgan bygning har ? sum eisini er fult í tráð við byggisamtykt býráðsins. Alt hetta eru stórar broytingar. So stórar broytingar, at hetta hevur áhuga
longu einaferð í sjeytiárunum. Tá vóru nevniliga fleiri ferðsluvanlukkur, ið kravdu mannalív, enn tað eru í dag. 150 blómutyssi Av tí, at man ikki veit um øll støðini, har fólk hava latið lív í ferðsluni, [...] framvið yvir 20 blómutyssum. Hetta fær fólk at rakna við, sigur Ingi Gunnarsson, ið er ein av fyrireikarunum. ? Hetta er okkara háttur at markera dagin uppá, og vit hava valt at gera tað uppá ein penan máta [...] teirra deyðu í ferðsluni. Hetta verður eins og undanfarin ár mint á við at leggja blómur á tey støðini, har ferðslan hevur kravt mannalív. Sambært einum av fyriskiparunum byrjaði tankin um hetta tiltakið longu
roknast við, at uml. 6.000 fólk fara at búgva í Hoyvík/Hoyvíkshaganum í 2022. Í dag er nógv tann størsti parturin av bústaðum í sethúsum við lutfalsliga stórum grundøki. Í framtíðini er ætlanin at byggja fleiri [...] valdur og tað er, at tað verður bygdur ein nýggjur frítíðarmiðdepil í Hoyvík og í nýtt ungdómshús í Kollafjørði. ´ Út frá fólkatalinum í Hoyvík og í Kollafjørði, er grundarlag fyri at byggja nýggj ungdómshús [...] ungdómshús bæði í Hoyvík og í Kollafjørði. Tað er heilt vist, at tørvur er á einum slíkum staði bæði í Hoyvík og í Kollafjørði. Td. kan nevnast at í Vestmanna og á Tvøroyri er ungdómsklubbar. Sambært heil
kappingini, og hetta gav Sverra høvi at fara at royna seg í øðrum felag. Valið fall ikki heilt óvæntað á StÍF, men hóast fyrsta steypið nú er komið til høldar, so sigur Sverri, at tað ikki var møguleikin [...] Eg taki eitt ár í senn. So fáa vit at síggja. Eg fari so ikki at melda út, at nú gevist eg, tí tað eru tað nógvir aðrir, sum hava roynt, uttan at teir tó eru givnir fyri tað. [...] vigaði mest í avgerðini. - Nu havi eg spælt hondbólt í so nógv ár, og tá støðan nú bleiv, sum hon bleiv, so helt eg, at eg nú skuldi royna meg í einum felagi, har viðurskiftini kring liðið í nógv størri
nevniliga farið at ganga um, at einasti matvøruhandilin í bygdini skal lata aftur. Um tað er hetta sum heldur fólki aftur í at fara til handils, skal vera ósagt. Okkurt kundi kortini bent á, at teir 350 íb [...] Fyrsta hugsan Ansu, tá fólk byrjaðu at tosa um afturlatingina var, at hetta mátti vera leysatíðindi. Men tað var tað kortini ikki. - Eg hugsaði beinanvegin, at hetta kundi ikki vera rætt. Eg meini, hann hevur [...] ir í bygdini so smátt eru farin at venja seg við tann veruleika, at tey hereftir mugu av bygdini, um tey skulu til handils. Um stutta tíð verður bert møguligt at fara til handils í Norðdepli ella í Árnafirði