Fram við øllum

Kári á Rógvi, løgtingsmaður, vil fegin hava allar við­kom­andi upp­lýs­ing­ar um ting­fólk út til al­menn­ing­in.

Tí­skil hev­ur hann lagt upp­skot fram á ting um at skipa eina skrá, har allir við­kom­andi upp­lýs­ing­ar verða lagd­ir fram fyri al­menn­ing­in. Ein grein um hetta er at lesa á síðu sjey í dags­ins blað.

Hóast hetta kann tykjast í so yv­ir­driv­ið, so er hetta eitt sera á­hug­a­vert upp­skot. Tað er ikki hiss­ini vald, vit geva teim­um fólk­um, vit velja á ting. Tí eiga vit eis­ini at vita alt um hesi fólkini – ei­sini hvørji á­huga­mál tey hava og ikki minst, hvørj­ar inn­tøk­ur tey hava, ið kanska kunnu ávirka teirra støð­u­tak­an á tingi.

Eitt annað, sum eisini hevði havt al­menn­an á­huga er at vita, um tey, ið bjóða seg fram at stýra landinum – og har­við peng­u­num hjá okk­um, hava lig­ið ørð­um til last, eitt nú við parta­fel­øg­um.

Vit hoyra javnan dømi um fólk, sum speku­lera við part­a­fel­øg­num, koyra á heys­in og lata onnur gjalda rokn­ing­ina – og so byrja aft­ur sjálvi við sløtt­um borði.Tað sig­ur seg sjálvt, at slík fólk skulu vit ikki hava at stýra land­inum.

Kanska Kári á Rógvi fær hetta við í upp­skot­ið, at einki ting­fólk, lands­stýr­is­fólk – og ikki minst løg­mað­ur, hev­ur ver­ið øðr­um til fíggj­ar­lig­an last vegna egna spek­u­latión.