Vatnneyð í Koltri

Turkurin hevur gjørt, at bóndaparið í Koltri má avlýsa ætlaðar ferðir hjá fólki út í oynna, tí tey fáa ikki so frægt sum boðið teimum at nýta WC-fasilitetirnar - Hetta er ein heilt óvanlig støða hjá okkum at vera í. Men sum er fáa vit ikki gjørt annað enn at avlýsa at fáa fólk út í oynna, sigur Lükka Patursson.

Nógvi turkurin í seinastuni hevur gjørt, at so lítið vatn er til , at tað er ikki hugsingur um at matgera til ferðafólk, og bara tað at nýta WC fer við so nógvum vatni, at tað er ikki ráðiligt at fáa fólk út í oynna í løtuni.

- Vit merktu longu tá fólk fóru avstað í síðstu viku, at tað var um at ganga undan við vatni, og nú er tað so komið hartil, at vit mugu siga ferðafólki frá okkum, sigur Lükka Patursson.

Hon leggur tó dent á, at hetta er nakað heilt óvanligt, og eisini nakað, sum tey ikki veruliga hava givið sær far um. Men nú ætla tey so at fáa gjørt okkurt við tað.

- Vit eru jú í Havnar kommunu nú, og tað hevur ógvuliga lítið upp á seg. Antin at leggja fleiri keldur til brunnin, ella at gera brunnin størri. Tað kann ikki hava nógv upp á seg, vit hava bara onkantíð gjørt vart við okkum í so máta, sigur Lükka.

Vanliga hava tey nógv ferðafólk í oynni um sumrarnar, og tey nýta nógv vatn. Bara tað, at eini tíggju fólk skulu nýta WC fer við meiri vatni, enn mann ger sær far um. Og skulu tey hava mat, má eisini nógv vatn nýtast, ikki ber tað, sum fer í sósina ella tað, tú kókar epli í. Nei har skal alt eisini vaskast væl og virðiliga, tí tey eru undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, so alt skal ganga reinliga fyri seg.

- Vanliga ynskja vit turrveður. Nú biða vit eftir regni, sigur Lükka Patursson.