ATHENA
Sosialurin hitti Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðara, á Havnarskrivstovuni hjá Runavíkar havn stutt fyri middag í dag.
Sløkkiliðsleiðarin segði, at hugsingur slett er um at senda fólk umborð á Athenu, tí har er bæði nógvur eldur, roykur, og skipið er ógvuliga heitt.
Sunleiv Højgaard segði, at eingin vissa heldur er fyri, at fleiri spreingingar ikki verða umborð á skipinum.
Sosialurin var ikki meiri enn liðugur við samrøðuna við Sunleiv Højgaard, tá ein sterk spreinging var umborð, sum hoyrdist um alt Runavíkarøkið.
Sløkkiliðsleiðarin er annars samdur við átaksleiðaran hjá løgregluni, Hallgrím Hansen, um, at best hevði verið at sleipað Athenu út av Skálafjørðinum.
Hann segði, at enn er skipið ikki tryggjað við oljusperrum, men at hetta fer at verða gjørt, tá umstøður eru til tað.
- Eg haldi eisini, at skilagott hevði verið at fingið skipið burtur úr økinum, so tað ikki var til ampa fyri fólk, fæ og ognir, segði Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.