Tað er lítið fólk at síggja á bygdagøtunum henda hósdagin í farnu viku.
Okkurt barn er á veg til hús eftir loknan skúladag. Inni í handlinum á Brúgvaskiftinum er púrt einki fólk at síggja. Ein góð løta gongur, áðrenn fyrsta viðskiftafólkið kemur innar.
Millum bygdarfólkið er tosið nevniliga farið at ganga um, at einasti matvøruhandilin í bygdini skal lata aftur. Um tað er hetta sum heldur fólki aftur í at fara til handils, skal vera ósagt.
Okkurt kundi kortini bent á, at teir 350 íbúgvararnir í bygdini so smátt eru farin at venja seg við tann veruleika, at tey hereftir mugu av bygdini, um tey skulu til handils.
Um stutta tíð verður bert møguligt at fara til handils í Norðdepli ella í Árnafirði. Um ein vil, so kann ein eisini fara allan vegin til teir stóru handlarnar í Klaksvík.
- Hetta er ein katastrofa fyri bygdina, sigur Ninna Andreasen av Viðareiði.
Hon hevur verið ein av trúføstu kundunum í handlinum á Brúgvaskiftinum.
Hvønn dag
Hósdagin var hon til arbeiðis á Hotel Norð, og noyddist einu løtuna at fara oman í handilin, tí kokkinum tørvaði okkurt smávegis til matgerðina.
Um stutta tíð verður hesin møguleikin altso ikki til staðar. Og tí mugu Ninna og øll hini bygdarfólkini hereftir av bygdini um tey skulu til ein matvøruhandil.
- Sjálv keypi eg bara her. Um eg mangli okkurt, til dømis grønmeti og onkra frukt sum ikki fæst her, so fari eg aðrastaðni.
- Men í aðrar mátar so eri eg til handils her hvønn einasta dag. So í mínari verð er hetta ógvuliga keðiligt, slær Ninna fast.
Hugsa øðrvísi
Verandi handilseigarar hava havt handilin í meiri enn 30 ár. Handilin kallaðist at byrja við á Brekkumørk, men skifti seinni navn til Brúgvaskiftið, eftir staðnum har hann liggur.
Tá ein hevur ein slíkan handil í bygdini, so vísir tað seg, at fólk ikki keypa so nógv inn hvørja ferð.
Men nú verður bygdarfólkið - og Ninna sjálv – noydd at hugsa øðrvísi í tí dagliga.
Hetta sama ger seg eisini galdandi fyri onnur av bygdarfólkunum.
- Tey sum eg tosi við, halda eisini at tað er sera keðiligt uttan handil.
- Vit hopa bara at onkur annar fer at reka handilin víðari, sigur Ninna Andreasen.
Brúgvaskiftið var handil við øllum tí, sum hoyrir til húsarhaldið. Nú er líkt til at hetta er ein saga blott, og fólkið má aðrastaðni at keypa inn
fyri seg
- Ógvuliga harmiligt
- Nú handilin letur aftur, má ein hugsa øðrvísi, tá ein skal keypa inn, sigur Ansa Viderø av Viðareiði.
Handil
Hon starvast til dagliga í Klaksvík, men fegnast tó um møguleikan at kunna fara til handils í heimbygdini, tá okkurt manglar til húsarhaldið.
Hesin møguleikin verður nú ikki til staðar.
- Eg hugsi serliga um tey eldru fólkini í bygdini, og tey sum keypa alt inn her.
- Tað verður verri við ongum handli. Ja, tað verður bedrøviligt hjá teimum, slær Ansa fast.
Handilin á Brúgvaskifti hevur havt allar vanligar vørur og er tí eisini vorðin eitt slag av savningarstað á Viðareiði.
Undarlig støða
Fyrsta hugsan Ansu, tá fólk byrjaðu at tosa um afturlatingina var, at hetta mátti vera leysatíðindi.
Men tað var tað kortini ikki.
- Eg hugsaði beinanvegin, at hetta kundi ikki vera rætt. Eg meini, hann hevur verið her alla mína tíð. Og nú skal hann so bara lata aftur!
- Eg dugi illa at ímynda mær bygdina uttan ein slíkan handil, sigur Ansa.
mynd
(kona)
- Eg dugi illa at ímynda mær Viðareiði uttan ein handil, sigur Ansa Viderø av Viðareiði