Býráðið hevur ætlanir um at broyta Tinghúsvegin frá Áarvegnum niðan til Bøkjarabrekku. Minkast skal um ferðsluna við at gera gøtuna meira átøka eini gongugøtu, og gongurás skal gerast gjøgnum urtagarðar eystan fyri Tinghúsvegin. Plantast skal og torg gerast, og gamla Vaglið í garðinum hjá Jacob Lützen skal fáast framaftur.
Hetta vísir ætlanin hjá býráðnum, sum var viðgjørd á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin, sum eisini varð greitt frá í Sosialinum í gjár.
Eisini hevur ein privatmaður, sum eigur húsini hjá Anton Degn, ætlanir um at flyta hesi húsini av grundini og byggja høgan bygning har ? sum eisini er fult í tráð við byggisamtykt býráðsins.
Alt hetta eru stórar broytingar. So stórar broytingar, at hetta hevur áhuga hjá lesarum ? ikki minst í Havn.
Tá forsíðan varð gjørd á Sosialinum mikudagin, varð hetta mett at verða væl egnað til høvuðssøgu, tí mett varð, at her var talan um »kollveltandi« broyting ? eina markanta broyting, ella eina týðuliga broyting, nakað, sum er heilt øðrvísi, enn tað hevur verið.
Vit kunnu bara greitt afturvísa, at leiðslan á Sosialinum hevur nakran áhuga í »tilvitað at útstilla borgarstjóran í Havn sum vandalist«. Okkara endamál er at greiða lesarum frá tí, í m. a. Tórshavnar Býráð fæst við.
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri










