Oljan dýrkar ruskhitan

Orsøkin til hækkandi prísirnar á fjarhita eru høgu oljuprísirnir. Hetta hóast Fjarhitafelagið als ikki nýtir olju

- Vit hava ikki framt nakra príshækking, so hasin spurningurin er skjótt svaraður, sigur stjórin í Fjarhitafelagnum, Jóannes Hansen, tá vit spyrja hann um fráboðaðu prísbroytingarnar hjá fjarhitafelagnum.

Víðari greiður stjórin frá, at Fjarhitafelagið øll árini hevur havt ein príspolitikk, har roynt hevur verið at fylgt oljuprísunum so væl sum gjørligt.

- Flestu árini hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki, tí oljuprísirnir hava verið somikið støðugir, men seinastu tíðina hevur prísvøksturin á olju verið sera ógvusligur, og hesum hava vit so valt at leggja upp fyri nú. Vanliga hevur ta?ð annars verið soleiðis, at prísbroytingar ikki merkjast fyrr enn 1. januar, tí nýtararnir gjalda á conto gjøld gjøgnum árið, og ein møguligur munur verður síðani útjavnaður árið eftir.

- Vit hava tó valt at økja um gjaldið nú, so hækkanin ikki hevði verið ov ógvuslig komandi ár.


Brúkarin skilir einki

Tað eru annars nógvir fjarhitanðtarar, sum standa spyrjandi, nú teirra orkugjald fer upp við 35% restina av árinum, bert tí oljuprísurin er uppfarin. Fjarhitin er jú als ikki tengdur at oljuni.

Til hetta svarar stjórin í felagnum, at Fjarhitafelagið ongar bindingar hevur í so máta.

- Kundar okkara hava eitt lyfti um, at orkuprísurin hjá teimum ikki fer upp um tað, sum verður goldið, um olja varð nýtt ístaðin. Tey hava ongantíð fingið lyfti um, at tey skulu rinda minni enn aðrir borgarar í Havnini, og politiskt hevði hetta helst heldur ikki verið rætt, tó at eg sjálvur einki havi at gera við tann politiska partin.


Hugsar frameftir

Umframt at vísa á, at avgerðin er í tráð við vanliga príspolitikk felagsins, vísir Jóannes Hansen eisini á, at Fjarhitafelagið hevur tørv á at konsolidera seg fíggjarliga.

- At felagið ber seg í dag, merkir ikki, at peningur er tøkur til eina framtíðar endurnýggjan av ognunum. Tað kann væl vera, at henda endurnýggjan liggur langt frammi í tíðini, men til ta tíð er neyðugt, at felagið hevur neyðugu fíggjarligu orkuna.

Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at tá gamla Fjarhitafelagið fór av knóranum, keypti Bðráðið ognirnar á uppboðið. Prísurin tá var sjálvsagt væl lægri, enn hann var, tá ognirnar upprunaliga vórðu keyptar. Hetta verður tó ikki galdandi við eini framtíðar endurnðggjan, og tí er neyðugt, at felagið vinnur væl meira av peningi inn, enn til avskrivingarnar, sum jú eru grunda?ar á lægra keypsprísin.

At enda leggur stjórin afturat, at hansara persónliga fatan er, at oljuprísurin væntandi fer at lækka nakað komandi árið, og at um so er, fylgir prísurin á fjarhitanum sjálvsagt við.

Sostatt er líkt til, at orkukprísirnir fylgja oljuprísunum. Líkimikið um orkan kemur frá olju ella ikki.