Kastrup og mátti úr drift í tríggjar vikur. Sjálvur skaðin kostaði eina slaka millión at gera aftur, men missurin av av útvega annað flogfar og leggja flúgvingina um, kostaði mangt slíkt og tað heftir felagið [...] - Hetta var beint upp undir jól og tað setti serligar avbjóðingar til felagið, tí rættiliga stórt tal av ferðafólki skuldi heim til jóla. Tilsamans kostaði hesar báðar hendingarnar felagnum yvir átta milliónir
hava vit nú sæð, at kvinnur, sum fyri teirra staðfesting av bróstkrabba høvdu eitt høgt akrylamid-tal í blóðinum, eisini vóru í øktum vanda fyri at doyggja tey næstu 10 árini. Tað sigur høvuðsábyrgdarin [...] verið kent sum eitt potentielt krabbameinselvandi evni. Evnið verður eitt nú brúkt í plastídnaðinum, men akrylamid verður eisini gjørt undir tubbaksroyking. Síðan 2002 hevur tað eisini verið kent, at akrylamid
broyttust fyritreytirnar fyri at gera hagtøl fyri nýtslu av gjaldskortum hjá føroysku brúkarunum munandi. Men føroysku peningastovnarnir og Elektron gjørt avtalu um at miðsavna hagtølini hjá Elektron, sum síðan [...] heystið og veksur so aftur fram í móti jólum. Nýtslan er nógv størst í jólamánaðinum, bæði hvat viðvíkur tal av keypum og upphædd pr. keyp. Føroyingar nýta í dag í stóran mun gjaldskortið at gjalda allar dagligar
tey kanningarútgerð, sum tey annars brúka til alivinnuna, tá tey greina korona-royndir. Nú er upp á tal, at Noreg kanska fer at gera tað sama. Mett verður, at norskar kanningarstovur, sum dagliga kanna alifisk [...] ber helst til at kanna einar 6000-7000 korona-royndir um dagin. - Hetta krevur nakað av tillaging, men eg trúgvi, at hesar tillagingar kunnu fremjast, sigur stjórin í Patogen Analyse, við NRK, sum iLaks
grannunum kom við royksløkkjara, sum basti tað mesta av eldinum. Tað festi tó í millum skins og hold, men Tórshavnar Sløkkilið fekk sløk, tá ið teir komu á staðið. – Skaðin kundi verið óbótaligur. Um hetta [...] var í. Millum annað liggur alt tað elsta myndatilfarið í Føroyum inni har. Talan er um hundraðtúsund tals glasplátur, nógvur filmar og nógv annað. Myndir heilt aftur til 1860-unum, tá ið myndatøka byrjaði
fingu løgtingsvalevnini høvi at svara síðst í juli. Hvør spurningur skuldi svarast við at velja eitt tal millum 1 og 5, sum vísir, hvussu samdur ella ósamdur mann er við hvørjari útsøgn. 1 er sera ósamd/ur [...] valevnini meintu áðrenn valið. - Valevnini plaga ofta at lova bæði eitt og annað áðrenn eitt val, men tá ein samgonga so er funnin, sær mann sjáldan nógv til tey grønu málini. Vit kunnu bara vóna, at tey
upp til kapping. Talan er um eina heiðursprógvskapping, har boksarin skal klára at vinna eitt ávist tal av stigum fyri at kunna fáa heitið sum amatørboksari, sigur Martin Meng, ið bæði er venjari og ein [...] ætlaðu vit ikki, at tað skuldi vera fyrr enn í næsta ár, at vit skuldu fara á eina slíka venjingarlegu. Men felagið hjá okkum er voksið sera skjótt, og tí er ætlanin, at vit stilla fýra mans upp til kappingina
eru 53 umsóknir um lærupláss, í viðgerð. Nakrar fáar av umsóknunum eru um at endurnýggja lærupláss, men tær flestu umsóknirnar, ella 48 í tali, eru nýggj lærupláss Hinvegin staðfestir hon eisini, at heili [...] tær í fyrsta lagi hava lærlingar, og í øðrum lagi skuldi tað verið álagt teimum at havt eitt ávíst tal av lærlingum í læru, meðan almenna byggingin fór fram, sigur landsstýriskvinnan í skúlamálum.
vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árið. Fyri at lýsa gongdina, hava vit eitt tal, tey nevna treystitalið og tað gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint [...] hjá tænastu og byggivinnuni er hækkað so nógv, skal sjálvandi takast við einum ávísum fyrivarni, men í øllum førum er talan um ein munandi vøkstur í í hesum báðum vinnugreinunum. Tænastuvinnan hevur havt
Sjúkrakassanir eru ogn fólksins, og mugu nýtast til alment gagnlig mál. Tí kann tað ikki koma upp á tal, at sjúkrakassarnir taka ognirnar hjá okkum øllum til at gera privatar heilsutryggingar, sum bert partur [...] er møguligt, at farið er knortlut fram í málinum um at broyta sjúkrakassaskipanina til Heilsutrygd, men tað er ongin umbering fyri at ognartaka ognirnar hjá okkum øllum, til at gera eina trygging til nøkur