Akrylamid veksur um vandan fyri krabbameini

Tá tú steikir epli ella bakar breyð, verður evnið akrylamid gjørt í matinum. Í 10 ár hava granskarar kjakast um, hvørt akrylamid økir um vandan fyri krabbameini. Ein nýggj donsk kanning vísir á, at nakað kann vera um hetta.

Tað skrivar Videnskab.dk

- Í 2008 funnu vit tekin um, at kvinnur við høgum innihaldi av akrylamidi í blóðinum vóru í øktum vanda fyri at fáa bróstkrabba. Í einari framhaldandi kanning við somu kvinnum hava vit nú sæð, at kvinnur, sum fyri teirra staðfesting av bróstkrabba høvdu eitt høgt akrylamid-tal í blóðinum, eisini vóru í øktum vanda fyri at doyggja tey næstu 10 árini.

Tað sigur høvuðsábyrgdarin av kanningini, granskarin Anja Olsen, sum starvast hjá Kræftens Bekæmpelse.

Akrylamid hevur í nógv ár verið kent sum eitt potentielt krabbameinselvandi evni. Evnið verður eitt nú brúkt í plastídnaðinum, men akrylamid verður eisini gjørt undir tubbaksroyking.

Síðan 2002 hevur tað eisini verið kent, at akrylamid verður gjørt, tá matur verður tilreiddur.

- Í 2002 funnu svenskir granskarar akrylamid í blóðinum hjá fólki, sum hvørki høvdu verið fongd við royki, ei heldur arbeiði í plastídnaði. Granskararnir kundu samstundis vísa á, at akrylamid verður gjørt, tá matur verður tilreiddur, serliga við matvørum, ið hava stívilsi, eitt nú epli, kaffi og breyði.

Anja Olsen hjá Kræftens Bekæmpelse sigur, at evnið verður til undir sonevndu Maillard-reaktiónini, tá matvørur verða hitaðar upp til meiri enn 120 stig.