Fyritøkur skulu tvingast til at taka lærlingar

Fyritøkur, sum bjóða upp á almenn arbeiði, skulu ikki sleppa undan at taka lærlingar

Í løtuni eru 723 ungir føroyingar í hondverkaralæru kring landið.

Tað staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum.

Bill Justinussen, tingmaður, hevur fregnast hjá henni eftir, hvussu stórt talið á lærlingur er í Føroyum í løtuni. Hann hevur varhugan av, at talið er ikki hækkað, og hann vísir á, at undanfarna samgonga arbeiddi við eini ætlan um at krevja, at fyritøkur, sum fingu størri, almenn arbeiði, skuldu taka lærlingar.

Rigmor Dam tilsamans eru tað 723 lærlingar í Føroyum 

Higartil í ár eru 53 umsóknir um lærupláss, í viðgerð. Nakrar fáar av umsóknunum eru um at endurnýggja lærupláss, men tær flestu umsóknirnar, ella 48 í tali, eru nýggj lærupláss

 

Hinvegin staðfestir hon eisini, at heili 15 prosent av teimum, sum fara í læru, fella frá. 

 

- Tað eru fleiri orsøkir til, at lærlingar gevast við læruni, eitt nú at teir trívist ikki, ella at teir fara undir aðra útbúgving.

 

Rigmor Dam sigur, at kannað verður nú eftir um tað ber til at gera tilgongdin av lærlingum minni treytað av sveiggjunum í búskapinum.

 

- Samstundis heldur vinnan sjálv, at tað hevði verið eitt hugskot at kravt av fyritøkum, ið bjóða uppá alment byggivirksemi, at tær í fyrsta lagi hava lærlingar, og í øðrum lagi skuldi tað verið álagt teimum at havt eitt ávíst tal av lærlingum í læru, meðan almenna byggingin fór fram, sigur landsstýriskvinnan í skúlamálum.