Øll skulu hava gleði av ognum sjúkrkassans?

Ognir sjúkrakassans skulu sjálvsagt skulu nýtast til alment gagnlig endamál, ið hava til endamál at varpa ljós á heilsu, betra um heilsuna hjá fólki og møguliga kunna hjálpa fólki, hvørs heilsustøða ikki er so góð

?Sjúkrakassanir eru ogn fólksins, og mugu nýtast til alment gagnlig mál. Tí kann tað ikki koma upp á tal, at sjúkrakassarnir taka ognirnar hjá okkum øllum til at gera privatar heilsutryggingar, sum bert partur av fólkinum hevur ráð til. Heldur skulu vit leggja okkum eftir at fáa Heilsutrygd somikið góða, at óneyðugt verður við privatum ískoytistryggingum.?Tað er møguligt, at farið er knortlut fram í málinum um at broyta sjúkrakassaskipanina til Heilsutrygd, men tað er ongin umbering fyri at ognartaka ognirnar hjá okkum øllum, til at gera eina trygging til nøkur fá.?Áheitan Samtak er tískil á ovastu leiðslurnar í sjúkrakassunum um at gera ein sáttmála við landsstýrið, sum ger, at ognir sjúkrakassans verða nýttar til nøkur góð alment gagnlig endamál heilsuni at frama. Tað er týdningarmikið, at ognirnar ikki fara í vanliga raksturin í landskassanum.?Tað er í hesum sambandi ógvuliga viðkomandi at nýta part av fænum til heilsugransking og gransking í tí sunna- og heilsugóða arbeiðsumhvørvinum. Partur av fænum kundi verið nýttur til annað, t.d. vita vit, at tað er ein ógvuliga djúpur smeitur hjá eini familju, um annar av forsyrgjarunum gerst langtíðarsjúkur. Nakað av fænum kundi eisini verið nýttur at varpa ljós á sálarliga heilsu. ?Møguleikarnir eru nógvir, og partarnir í málinum áttu at tosa saman um, hvussu peningurin kann nýtast á frægasta hátt, so tað kemur okkum øllum til góðar.