Fyrradagin kom eldur í ein part av Tjóðsavninum í Hoyvík. Tað var ein einnýtisgrill, sum var farin í ruskspannina, sum hevði fest í.
Ruskspannin stóð upp at einum húsaveggi, har ein stórur partur av okkara fornminnum eru goymd. Fólk bóru skjótt at, og ein av grannunum kom við royksløkkjara, sum basti tað mesta av eldinum. Tað festi tó í millum skins og hold, men Tórshavnar Sløkkilið fekk sløk, tá ið teir komu á staðið.
– Skaðin kundi verið óbótaligur. Um hetta var um kvøldið, og eingin hevði verið her, so tori eg ikki at hugsa um, hvat hevði kunna hent, segði Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum í Degi og Viku í gjár.
Ein stórur partur av okkara fornminum liggur goymdur í húsinum, sum er bygt fast í húsið, har eldur var í.
Millum annað liggur alt tað elsta myndatilfarið í Føroyum inni har. Talan er um hundraðtúsund tals glasplátur, nógvur filmar og nógv annað. Myndir heilt aftur til 1860-unum, tá ið myndatøka byrjaði. Til dømis var eisini nógv tilfar frá Gamla Bókhandli, Bambus og annað tilfar av ymiskum slag.
Harumframt er alt klædnasavnið eisini goymt í bygninginum. Har er alt sum er komið inn frá fyrstu tíð og fram til dagin í dag.
Tað kundi verið ein óbøtandi vanlukka, um alt hetta tilfarið fór upp í royk.












