Í januar í ár varð felagið Tórshavn Boxing sett á stovn. Felagið hevur vundið skjótt upp á seg, og í morgin fara seks luttakarar við venjara til Nykøbing, har venjingarlega og kapping er á skránni komandi vikuna.
- Vit fara á venjingarlegu hjá boksifelagnum í Nykøbing. Systkinabarn mítt er høvuðsvenjari í Nykøbing og hevur verið har í 10 ár. Frá mánadegnum til fríggjadagin fara vit at venja saman við boksarunum í Nykøbing. Síðani er ætlanin, at vit fara til eina stevnu í Danmark komandi vikuskifti, har vit møguliga fara at stilla upp til kapping. Talan er um eina heiðursprógvskapping, har boksarin skal klára at vinna eitt ávist tal av stigum fyri at kunna fáa heitið sum amatørboksari, sigur Martin Meng, ið bæði er venjari og ein av stovnarunum av felagnum Tórshavn Boxing.
Føroysku boksararnir eru í ymsum aldrum, og tí er tað ikki ætlanin, at allir skulu luttaka í kapping.
- Av fyrstan tíð ætlaðu vit ikki, at tað skuldi vera fyrr enn í næsta ár, at vit skuldu fara á eina slíka venjingarlegu. Men felagið hjá okkum er voksið sera skjótt, og tí er ætlanin, at vit stilla fýra mans upp til kappingina í komandi viku. So fáa vit at síggja, um teir fáa nakað heiðursprógv heim við til Føroyar, sigur Martin Meng.
Føroyska ferðalagið fer niður í morgin og kemur aftur mánadagin 31. oktober.