motorsúkklur luttóku í túrinum í dag, ið var tann fyrri av tveimum árligum felagstúrum hjá hesum feløgum. Motorsúkklukoyrarnir møttust kl. 10 á Shell-støðini við Ringvegin í Havn, har Føroya Shell bjóðaði [...] motorsúkklukoyrarnir kundu keypa sær okkurt lætt at eta og drekka. Um kvøldið varð skipað fyri veitslu í Havn.
Spennandi skeið í myndlist verður í Margarinfabrikkini í Havn í november. Tað er Margarinfabrikkin saman við Mentamáladeildini hjá Tórshavnar Kommunu, ið skipa fyri. Skeiðið umfatar alt innan myndlist [...] tevnuni, ið var í Havn her fyri. Kunningarfundurin verður 3. november og síðani eru fylgjandi skeiðini 8., 15., 22. og 29. november, øll byrja kl.. 19. Skeiðini eru fyri børn og ung í aldrinum frá 9-18
rokkbólkum Sic og 200 fara á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. Konsertin er útgávukonsert hjá Sic, ið gav út fløguna Pandemonium mánadagin. Á konsertini í kvøld ætlar bólkurin sær at rokka [...] num í Eclipse mánakvøldið smakksroyndir av sínari góðsku sum konsertbólkur, men í kvøld verður tað sambært teimum sjálvum ordiligt. Hetta merkir ivaleyst at Sic smákakurnar og kaffi liggja eftir í Havn [...] hevur Sic fingið ein av allar bestu rokkbólkunum í landinum 200. So samanumtikið átti kvøldið at verið ein frálík tónleikauppliving. Bussar koyra úr Havn kl. 22.30, ring 595959 og av Toftum, Strondum og
Tíðindi Týsdagin løgdu 35 springarar beinini í Hvalvík. Boðini komu til Politistøðina í Havn kl. 07.23 týsmorgunin. Springararnir vóru sæddir uttan fyri Kollafjørð. Lítla løtu seinni var bátur eftir teimum [...] eydnaðist at reka flokkin inn á Hvalvík, har teir vóru dripnir. Sýslumaðurin í Eysturopy var í Hvalvík og skifti springararnar í drápspartar, og ein annar politistur var við honum. Seðlarnir komu út kl 15 [...] Nógv fólk var komið oman á bryggjuna, at fskera upp. Grind var eisini í Havn týsdagin, og har løgdu 42 grindahvalir beinini. Og í Hvalba løgdu 41 springarar og 115 grindahvalir beinini sama dag.
skránni hjá sendiharranum, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Verthúsið er nýggja mat- og ølstovan í bygninginum hjá Dia á Verthúsinum við liðina á Sjónleikarhúsinum. Í dag klokkan 10 verður tíðindafundur [...] innboðin móttøka, har sendiharrin er vertur. Hetta verða sostatt fyrstu ?almennu? tiltøkini í nýggju býarmyndini í Havn, síðani húsinum vórðu innrættað av nýggjum. Franski sendiharrin Regis de Belenet og konan [...] fríggjadagin. Undir vitjanini skulu tey hitta løgmann, varaløgmann, borgarstjóran í Havn, ríkisumboðið, fútan, stjóran í Føroya Banka umframt at vitja virki og stovnar.
Í dag, leygardagin, kl. 10, letur nýggjur handil upp í Niels Finsensgøtu 38 í Havn. Tað er Jógvan Edvard Lindenskov Joensen í Havn, ið saman við konuni, Hansinu, ið letur upp nýggjan handil í hølunum, [...] Tórs Cafeteria var í mong ár. Tey selja BIGA køkar og innbúgv til baðirúm og Siemens hvítvørur, klædnaskáp, gólvbelegning og ymiskt annað. Jógvan Edvard sigur at hann hevur stóran áhuga í útbúnaði til hús [...] hús og innrætting av húsum. Umframt at hann í fleiri ár hevur arbeitt við køkum, lesur eisini til innandura arkitekt. Hølini, har Tórs Cafeteria var, eru innrættaði til endamálið. Tá snotuligi handilin letur
Eiði og í Havn, m.a. á Ólavsøkuframsýningini 1975-98 og Várframsýningini 1992-99 hevur givið stóran listarligan íblástur, og í fjør hevði hon serframsýningar í Tasiilaq, Grønlandi, á Eiði og í Havn. Hetta [...] Glyptotekinum í Keypmannahavn 1971-72, Málara- og grafikkskúlin á kunstakademinum í Keypmannahavn (Vilhelm Freddie, Dan Sterup Hansen, Freddie A. Lerche og Sven Dalsgaard) 1973-80. Síðan miðskeiðis í 1970árunum [...] Hetta er fyrsta stóra serframsýning Sigrunar í Listaskálanum. Framsýningin er opin til 24. apríl 2000. Týsdag-fríggjadag kl. 14-17. Leygardag-sunnudag kl. 14-18. Mánadag er ikki opið. Páskadag er framsýningin
Sveinur Tróndarson Í hesum tøknitíðum, hava nógv arbeiðspláss fingið sær elektroniska eldávaringarskipan. Í mongum føri hava tær beinleiðis samband við Brandstøðina í Havn, og hendir eitthvørt, fer áv [...] ávaringarskipanin hjá støðini í gongd. Tinganes er eitt teirra, sum hevur fingið sær slíka skipan, og um vikuskiftið fór ávaringarskipanin á Brandstøðini í gongd. Eldur var í niðri í Tinganesi, og so ráddi um [...] um at koma oman, og tað skjótt. Men tíbetur var talan um falskan alarm í hesum føri, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn frá. ? Bæði sløkkiliðið og vit fóru oman, men tað vísti seg at vera eitt
aftur í Nólsoyarfjørð. Sambært skránni hjá Tórshavnar Havn, so steðgar Maud til í morgin, tá tað setur kós ímóti Lerwick í Hetlandi. World Traveller er farin av Havnini og er nú á veg til Kirkwall í Orknoyggjum [...] hann væntast í morginári klokkan 9. Balmoral sum fór av Havnini seinnapartin hevur kós í móti London, hagar hann væntast týsnáttina klokkan 03. Hesi trý ferðamannaskipini, sum vitjaðu á Havnini í dag eru nummar [...] nummar 56, 57 og 58 á listanum hjá Tórshavnar Havn. Her er eitt skip eftir, sum skal vitja í ár, tað er Spitsbergen, sum kemur hósdagin 5. oktober klokkan 16.
Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í eina av smáttunum á Vaglinum í Havn. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um eina av [...] verður selt úr, nú tað stundar til jóla. - Smátturnar, sum hava okkurt at selja, eru stongdar, men í hesum førinum varð talan bæði um innbrot og stuldur, og her varð eisini óruddað. Løgreglan sigur, at [...] . - Vit funnu innbrotstjóvarnar, sum nú eru skuldsettir fyri bæði at hava framt innbrot og stuldur í jólasmáttuni á Vaglinum.