Undir øllum umstøðum stendur Vertshúsið tvær reisir á skránni hjá sendiharranum, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Verthúsið er nýggja mat- og ølstovan í bygninginum hjá Dia á Verthúsinum við liðina á Sjónleikarhúsinum. Í dag klokkan 10 verður tíðindafundur á Vertshúsinum og frá klokkan 17 til 19 verður innboðin móttøka, har sendiharrin er vertur. Hetta verða sostatt fyrstu ?almennu? tiltøkini í nýggju býarmyndini í Havn, síðani húsinum vórðu innrættað av nýggjum.
Franski sendiharrin Regis de Belenet og konan Maryonne komu til Føroya á vitjan mánadagin og fara aftur til Danmarkar fríggjadagin. Undir vitjanini skulu tey hitta løgmann, varaløgmann, borgarstjóran í Havn, ríkisumboðið, fútan, stjóran í Føroya Banka umframt at vitja virki og stovnar.










