Í dag, leygardagin, kl. 10, letur nýggjur handil upp í Niels Finsensgøtu 38 í Havn. Tað er Jógvan Edvard Lindenskov Joensen í Havn, ið saman við konuni, Hansinu, ið letur upp nýggjan handil í hølunum, har sum Tórs Cafeteria var í mong ár. Tey selja BIGA køkar og innbúgv til baðirúm og Siemens hvítvørur, klædnaskáp, gólvbelegning og ymiskt annað. Jógvan Edvard sigur at hann hevur stóran áhuga í útbúnaði til hús og innrætting av húsum. Umframt at hann í fleiri ár hevur arbeitt við køkum, lesur eisini til innandura arkitekt. Hølini, har Tórs Cafeteria var, eru innrættaði til endamálið. Tá snotuligi handilin letur upp, verður okkurt at fáa til bæði børn og vaksin.