Myndlist í Margarinfabrikkini

Spennandi skeið í myndlist verður í Margarinfabrikkini í Havn í november.
Tað er Margarinfabrikkin saman við Mentamáladeildini hjá Tórshavnar Kommunu, ið skipa fyri.
Skeiðið umfatar alt innan myndlist so sum foto, blýantstekningar, akvarel ella tað, ið ein hevur áhuga fyri.
Tað eru Ian Luid og Suffía við Stein, ið fara at undirvísa. Tey undirvístu eitt nú eisini á ungdómsráðstevnuni, ið var í Havn her fyri.
Kunningarfundurin verður 3. november og síðani eru fylgjandi skeiðini 8., 15., 22. og 29. november, øll byrja kl.. 19. Skeiðini eru fyri børn og ung í aldrinum frá 9-18 ár, og tað er ókeypis. Tilmelding á tlf. 302119 og til ber at lesa meira um skeiðið á www.fabrikkin.fo