MC boogie í góðveðrinum

Leygardagin 5. mai skipaðu áhugafeløgini Føroya Ellisakfar og Føroya MC fyri MC-Boogie. Umleið 100 motorsúkklur luttóku í túrinum í dag, ið var tann fyrri av tveimum árligum felagstúrum hjá hesum feløgum.

Motorsúkklukoyrarnir møttust kl. 10 á Shell-støðini við Ringvegin í Havn, har Føroya Shell bjóðaði kaffi og wienerbreyð.

Kl. 11 var koyrt avstað. Fyrst ein rundtúr gjøgnum Havnina, og síðan varð koyrt norður eftir, og steðgað varð á Shell-støðini við Streymin.

Eftir ein steðg har, varð koyrt um Eiðisskarð og suður til Selatraðar, har skipað var fyri ymiskum kappingum v.m. Á Selatrað stóð ein pylsuvognur klárur, so motorsúkklukoyrarnir kundu keypa sær okkurt lætt at eta og drekka.

Um kvøldið varð skipað fyri veitslu í Havn.