Sveinur Tróndarson
Í hesum tøknitíðum, hava nógv arbeiðspláss fingið sær elektroniska eldávaringarskipan. Í mongum føri hava tær beinleiðis samband við Brandstøðina í Havn, og hendir eitthvørt, fer ávaringarskipanin hjá støðini í gongd.
Tinganes er eitt teirra, sum hevur fingið sær slíka skipan, og um vikuskiftið fór ávaringarskipanin á Brandstøðini í gongd. Eldur var í niðri í Tinganesi, og so ráddi um at koma oman, og tað skjótt. Men tíbetur var talan um falskan alarm í hesum føri, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn frá.
? Bæði sløkkiliðið og vit fóru oman, men tað vísti seg at vera eitt brek i ávaringarskipanini ? tíbetur, greiðir vakthavandi frá. Tì kundu báðir partar fara aftur til húsa við ró í sinni.