Tíðindi
Týsdagin løgdu 35 springarar beinini í Hvalvík. Boðini komu til Politistøðina í Havn kl. 07.23 týsmorgunin.
Springararnir vóru sæddir uttan fyri Kollafjørð. Lítla løtu seinni var bátur eftir teimum, men ringt var at fylgja við, tí ferðin á springarinum var nógv.
Men tað eydnaðist at reka flokkin inn á Hvalvík, har teir vóru dripnir.
Sýslumaðurin í Eysturopy var í Hvalvík og skifti springararnar í drápspartar, og ein annar politistur var við honum. Seðlarnir komu út kl 15.00. Nógv fólk var komið oman á bryggjuna, at fskera upp. Grind var eisini í Havn týsdagin, og har løgdu 42 grindahvalir beinini. Og í Hvalba løgdu 41 springarar og 115 grindahvalir beinini sama dag.