síðani ákærir tey við reyðum passi fyri brot á ES-lóggávuna. Samstundis harmast Watson um, at danskir politikkarar eftr øllum at døma standa sum ein maður, tá teir verja rættin hjá føroyingum at veiða [...] sum hevur umhvørvisfantasturin góðtikið, at Føroyar ikki eru fevnd av hesi lóggávu, men hann vísir á, at fleiri føroyingar hava ES-pass. - Hevur ein føroyingur valt at hava danska ES-passið, kann viðkomandi
millum veteranarnar á liðnum, og hetta helt hann eisini merktist, tá tosað varð um landsliðið: - Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur [...] haldi eg vera vert at minnast. Tá Føroyar á heimavøllinum í Landskrona skuldu royna seg móti Danmark, var eingin Laudrup á danska liðnum. Eftir tapi fyri Jugoslavi á heimavølli boðaðu báðir brøðurnir frá, [...] um er ikki so fegin um greinina, sum hann sigur byggir á gitingar. -Greinin tekur als ikki hædd fyri, hvussu lítið tað økið feløgini vilja bora á føroyska landgrunninum er. Tí verða tað fleiri boringar
á Á politistøðini í Runavík sigur vakthavandi, at har hevur hálkan ikki elvt til nakað ferðsluóhapp. Í gjárkvøldið bleiv ein hundur árendur á Strondum, og í morgun var eitt lítið ferðsluóhapp í túninum [...] Á politistøðunum í Runavík, Klaksvík og á Tvøroyri verður tó sagt frá, at tað liggur nokk so fitt av kava, men at tað ikki tykist sum um, at hetta hevur ávirkað ferðsluna stórvegis. Politibilur rendi á [...] túninum hjá løgregluni, tá ið ein av politibilunum rendi á ein parkeraðan bil hjá einum av starvsfólkunum á politistøðini. Skaðin var tó lítil og eingin, og hálkan var ikki orsøk til óhappið, sigur vakthavandi
Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum umleið 23 kilometrar, men verður tunnil gjørdur úr Gøtudali til Skálabotn, og verður síðani ein vegur gjørdur uttan um Skálabotn í vegin út á Strendur, verður teinurin [...] ferð á, hvat er tað besta at gera í hesum sambandi. Landsverk sigur, at tað besta er at gera tunnil úr Gøtudali í Skálabotn og ein góðan veg uttan um bygt øki í Skálabotni í vegin, sum gongur út á Strendur [...] fyrireikaður, varð arbeitt eftir tí, at ferðslan til og úr tunlinum skuldi vera eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Tað er ein orsøk til, at tunnilsmunnin er fluttur av Toftavatni í Rókina, tí væntandi
Aldurin kemur ikki einsamallur. Hann hevur altíð okkurt við sær! Á heysin Símun og konan fluttu inn í hesi húsini á Vágsgeil í 1952 í roynd og veru á norðoyastevnu fyri 54 árum síðani. - Eg veit ikki um tú legði [...] kann fáa fatur á bløðini, bøkur og annað. Tað hugni eg mær so við! Ja, eg kann gott brúka fleiri tímar til lesing. At Símun talar satt, er køksborðið fullgott boð um. Í eini lítlari rúgvu á borðinum liggja [...] hesum!, sigur hann og smílist. Lagnum á Símuni bilar einki. Hann er andsfrískur, virksamur og fær gerandisdagin at hanga saman, hóast konan í løtuni er til umlætting á røktarheiminum í Klaksvík. 40 ár til
ferðir so nógvar atkvøður til at fáa eitt umboð valt í Suðurstreymoy sum á Sandoynni. Bæði Kvinnusamskipan Føroya og Demokratia heittu á Jacob Vestergaard landsstýrismann um at taka atlit til lokala umboðan [...] fyri fólkaræði og vil heilt víst lyfta støðið á politikkinum longur upp enn tað er í dag. Um eitt valdømi viðførir eina miðsavnan av, hvør ið verður valdur á ting, eri ikki vís í at tað er so, men um tað [...] at krøv skulu setast til tey, ið stilla upp, ikki ynskja at rætta upp á skeivleikar í verandi skipan og ikki ynskja fleiri kvinnur á ting. Hetta er sera spell og fer at gera, at vit ógvuliga sannlíkt fara
ónærisliga sanginum. Fyrri hálvleikur Á sjálvum vøllinum hevur Manchester City takið á spælinum og ræðandi breiddin á City-liðnum kemur til sjóndar, tá nøvnini á leikarum á bonkinum hjá heimaliðnum verða [...] liðið í Premier League nakrantíð og liðið hevur upp á 12 dystir skotið 42 mál! Tað merkist á høvuðstokstøðini í Manchester, Piccadilly, at fótbóltur er á skránni henda stilla og til tíðir heita leygardagin [...] Við innkoyringina ljóðar í samskiftistólinum hjá einum ungum manni, at hvíti bilurin, sum er á veg, skal inn á eitt ávíst parkeringspláss og bilurin skal parkerast fyri hann. Løtu seinni kemur so ein hvítur
kann við tónleikastøðuna hjá Útvarpi Føroya og fjølmiðlum annars. Fløgan hjá Kaj Klein minnir okkum á, at í smala høvuðsrákinum rekast stórir sangir, tey bestu løgini, meistaraverkini í føroyskum tónleiki [...] hvat teir gera. Tað gera hesir. Og teir svinga, og tað ljóðar væl. Ljóðblandið er lýtaleyst. "Tú og eg á ástartingi," "Eg siti so eina," "Rasmus," "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" og "Gullkálvavalsurin" eita [...] vísutónleiki. Ljóðførini eru trummur, bass, gittar og hammond umframt mandolin, saxofon og trompet á onkrum løgum, og so eru góðar bakgrundsrøddir. Sangurin hjá Kaj Klein er skyldur við Leonard Cohen og
ímóti bygdini, so var hann á veg út á Mjóvanes, har hann gekk seg fastan í eini rók, sum tað tók drúgva tíð at sleppa leysur aftur av. Hann vendi, og eftir at hava borið kenslu á okkurt, eydnaðist tað honum [...] armur á Lambavík. Teir eru ikki ókunnugur har, men kortini tók dagurin seg øðrvísi upp, enn teir báðir høvdu roknað við. Teir høvdu samband við hvønn annan, soleiðis sum teir plaga at hava, men á miðdegi [...] leita, fingu teir matpakkar við, akkurát, sum tá teir fara á fjall, og tá teir komu til hús aftur, vórðu teir bodnir inn til eina máltíð mitt á nátt hjá fólki, sum ikki øll nýttust at kenna ábyrgd fyri
Bjarni Nielsen kom buldrandi inn á sterkmanspallin, tá hann við mohawk hársniði og brøli bjóðaði elituni av. Í 2014 bleiv hann føroya sterkasti maður fyri fyrstu ferð, men tað var líka við, at tað kiksaði [...] skuldi bara havt eitt stig, men endaði við einki at fáa. Tá skuldi eg vinna trý tey seinastu øvilsini á Jákup Súna Berg. Kensluna av at vinna ta kappingina havi eg ongantíð havt aftur, sigur Bjarni Nielsen [...] Bjarni Nielsen gevst sum sterkmaður Bjarni Nielsen er í løtuni fimmfaldur vinnari av Føroya sterkasti maður. Hóast hann gevst við at verða sterkamaður, so ætlar hann framvegis at lyfta og møguligt melda til